Ferðavinnuátak í Oyndarfirði

02. mars 2023

Í døgunum 16. og 18. mars skipar Visit Runavík fyri forvitnisligum átaki í Oyndarfirði. 

Evnið verður ferðavinna, og sjóneykan verður sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnuni sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir. Til ber bæði at leita sær íblástur, men eisini at fáa ítøkiliga vegleiðing ella svar upp á ivamál.

Fyrireikararnir vóna, at bæði ung sum eldri fara at luttaka, tí óansæð aldur ber til at gerast ein partur av ferðavinnuni.

Tiltakið verður í skúlanum í Oyndarfirði hóskvøldið 16. mars frá kl. 19:00-21:00 og heldur fram leygarmorgun 18. mars frá kl. 10.00-12.30.  Til ber at tekna seg til tiltakið á visit@runavik.fo ella við at ringja á tlf. 417060. Tað er ókeypis at luttaka, og ein drekkamuður verða at fáa. Tiltakið er ætlað fólki, ið eru búsitandi ella hava tilknýti til Oyndafjørð. Ætlanin er, at Visit Runavík fer at skipa ymisk átøk innan ferðavinnu aðrastaðni í kommununi komandi tíðina.

Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á gátt til íblástur, vegleiðing ella prát.

Skráin fyri dagarnar:
Fyrri dagur: hósdag 16. mars klokkan 19.00 – 21.00

1. Marjun Niclasen, Visit Runavík bjóðar vælkomin og greiðir frá støðulýsingini umframt hugtakinum ‘Think Local First’.
 
2. Framløga: Samson Højgaard, boat.fo. Evni: Frá íverksetan til dagin í dag. 
 
STEÐGUR 20.00-20.15
 
3. Framløga: Oda W. Andreassen, Go Local
Evnini verða:
- bygnaðurin í ferðavinnuni, og hvat er ferðavinna sum vøra
- ferðavinna og ‘Storytelling’
- royndir úr Mykinesi
- góð ráð at hava í huga, tá ið nýtt virksemi verður sett í gongd. 
 
4. Spurningar til umboðini úr Íverksetarahúsinum, Odu Andreassen og Marjuna Niclasen.
 
 
Seinni dagur: leygarmorgun 18. mars klokkan  10.00-12.30
 
1. Marjun Niclasen, Visit Runavík: Vælkomin og stutt samanumtøka frá seinast.
 
2. Framløga: Tummas Rubeksen frá Heimdal Tours fer at greiða frá sínum virksemi - fyrimunir og snávingarsteinum á leiðini.

STEÐGUR 10.45-11.00
 
3. Framløga: Magni Thomsen, Íverksetarahúsið: Íverksetan og stuðulsmøguleikar
 
4. Pætur Rasmussen, Eldrafelagið: Stutt innleiðsla um møguleikar hjá pensjonistum at virka innan ferðavinnu
 
5. Sig tína hugsan um ferðavinnu í Oyndarfirði.
 
6. Ivamál, spurningar og leiðbeining  
Til ber at ganga millum borðini, har Íverksetarahúsið, Eldrafelagið, starvsfólk frá Visit Runavík og veitari eru til reiðar at svara spurningum, ið snúgva seg um marknaðarføring, skráseting av íverksetarafelagi, sosialar miðlar, stuðulsmøguleikar, ból og bita, heimablídni, summarhús og mangt annað innan ferðavinnu.

Endi

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS