Tað gongur við rúkandi ferð við svimjihøllini

03. februar 2023

Svimjihøllin verður bygd í norðrara enda av Bylgjuni, og leggur tvær lonir aftrat verandi bygningi.

Stutt eftir, at avtalan millum Runavíkar kommunu og Kanjon um bygging av svimjihøll varð undirskrivað 27.10.22, fór Kanjon í gongd við arbeiðið, sum er mett at taka góð tvey ár.

Longu eina viku eftir undirskriving var nógv virksemi í økinum, og tey sum ferðast har javnan, leggja merki til, at har broytist skjótt.

Eftir innleiðandi fyrireikingar var fyrsta stigið at taka gamla millumbygningin niður. Kanningar tíðliga í tilgongdini vístu, at tann bygningurin, sum ikki bleiv renoveraður, tá Bylgjan varð útbygd við fimleikahøll í 2014, ikki hóskaði sum partur av nýggju svimjihøllini.

Næsta stigið var at grava omanav, og er tað komið væl áleiðis. Í seinastuni er eisini sprongt í økinum.

Djúpri endin av hylinum fer niður á 4 metra dýpi, tí skal gravast nakað niður aftrat, áðrenn farast kann undir bygging av svimjihøllini.

Sum fyrr lýst, hevur svimjihøllin hesar hentleikar:

-25 metra hyl við 8 geilum, sum fer frá 1,35 m dýpi í grunna endanum til 4 metra dýpi í djúpa endanum. Tær 8 geilarnar hava við sær, at hann er 21 metrar breiður.

-Hangandi pall til lop omanfyri djúpa endan, sum klatrast skal upp til í reipstiga.

-Ein grynri barnahyl við tveimum ymiskum dýpdum, har børn kunnu spæla og annars venja seg við vatn.

-Eina vatnøku

-Eitt vælveruøki við heitum hyli, tveimum saunum og dampbaði, umframt køldum potti úti.

-Tvey størri umklæðingarrúm og tvey smærri til familjur ella rørslutarnaði.

-Tvey størri umklæðingarrúm uppi á til virksemi í ítróttarhøllini.

-Harumframt móttøku, fundarhøli, goymslur og onnur smærri høli.

Higartil hevur arbeiðið við svimjihøllini gingið skjótt og væl, og verður hon væntandi liðug á vári 2025.

 

Seinastu tíðindi

18. desember 2024
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
20. desember 2024
Runavíkar kommuna á Jobmatch
20. desember 2024
Skeið í føroyskum sum annaðmál byrjar í januar 2025
20. desember 2024
Ruskplássið í Runavík um jólini