Broytingarnar hesa vikuna

17. januar 2023

Kunning frá IRF

Er leiðin til títt ruskstativ ruddað fyri kava?
Í hesum døgum er tað týdningarmikið at hava í huga, at gonguleiðin frá høvuðsvegnum til títt ruskstativ skal vera ruddað fyri kava og annars trygg at ganga á. Um hesar umstøður ikki eru í lagi, verður posin ikki tikin.

Broytingar
Húsarhaldsposarnir, ið áttu at verða heintaðir í gjár, mánadagin, verða í staðin heintaðir í dag, týsdagin, 17 januar.

Aðrar broytingar hesa vikuna:

- Oyndarfjørður: Posarnir verður heintaðir mikudagin, 18. januar
- Søldarfjørður, Lambareiði, Lamba, Rituvík og Æðuvík: Posarnir verður heintaðir mikudagin, 18. januar
- Runavík, Saltangará og Glyvrar: Posarnir verður heintaðir seinni í vikuni.

Gevið gætur: Fleiri broytingar kunnu koma fyri hesa vikuna orsakað av veðri, kavarudding v.m.


IRF

 

Seinastu tíðindi

05. november 2026
FÆ2027
05. november 2026
KOM OG MENN’ist
05. november 2026
Árligi Býarskáin verður í vikuskifti­num 7. og 8. november
02. november 2026
Mamma, nær kemur pápi heim?