Skuffan sett í Fjøruvegin

21. november 2022

Í dag varð fyrsti bøkkurin loystur fyri nógv umrødda Fjøruvegnum ígjøgnum bygdirnar Runavík, Saltangará og Glyvrar. Eitt lítið hátíðarhald var á staðnum, og kaffi og køkur vóru at fáa í býráðssalinum eftir hetta. Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð, Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður táið Runavíkar kommuna og Føroya landsstýrið gjørdu semju um verkætlanina, flutti fram røðu og stjórin í Articon felagnum, Jón Sigurdsson, segði eisini nøkur orð. 
 
Niðanfyri orðini frá borgastjóranum: 
 
Tað var hin 8. juli í ár, at vit báðir Jón Sigurdsson stimaðu við hinum meiri enn 100 ára gamla ”Grinkil” framvið landinum, har innari parturin av Fjøruvegnum skal gerast. Táið vit vóru komnir at landi aftur, lá leiðin niðan í Bátafelagið Niðri við Støð á Glyvrum, har sáttmálin um tað, sum byrjar í dag, varð undirritaður. 
 
Til ber at siga, at málið byrjar hin 12. februar 2014, táið táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði fram á ting løgtingsmál no. 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Slakar tveir mánaðir seinri, hin 10. apríl, samtyktu 30 av 30 møttum tingmonnum á tingfundi, at farast skuldi undir hesar báðar undirsjóvarfarleiðirnar - undir Tangafirði og Skopunarfirði. 
 
Upprunaliga var ætlanin, at tunnilsmunnin eystaru megin við Skálafjørðin skuldi liggja við Toftavatn. Av ymiskum orsøkum var hendan ætlanin broytt, tað fegnast tey flestu um í dag, og linjuføringin løgd soleiðis, at tunnilsmunnin endaði í Rókini. Samstundis sum hetta á mangan hátt var ein skilagóð avgerð, hevði hon nakrar ferðsluligar avbjóðingar við sær, serliga fyri Runavíkar kommunu. Eftir hetta setti kommunan í gongd eina ætlan fyri, hvussu hesin knúturin kundi loysast, og í juli mánaða í 2018 var eitt skipanaruppskot klárt at lata myndugleikanum (sum bygdi Eysturoyartunnilin), og varðaði av ferðslulopinum, sum var í væntu. 
 
Nú byrjaði ein strævin gongd frá Heródes til Pilatus, fyri at fáa ljóð í landspolitiska geiranum fyri ætlanini, og til tess at fáa hendan myndugleikan at taka fíggjarliga ábyrgd av málinum – partvíst í øllum førum. Havi ikki tal á øllum samrøðunum undir fýra eygum og umvegis fjarrøðil við landsstýrismenn og politikarar um málið, skrúvan var kortini í vatninum alla tíðina, hóast ferðin var skiftandi sum kom uppá loggið. 
 
Eftir nógvar tøkniligar og politiskar millumrokningar, sum ein heil bók kann skrivast um, sum ongantíð verður skrivað, endaði málið við, at táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, á einum drúgvum fundi í Tinganesi, í samfullar tríggjar tímar, á heysti í 2020, samdust um at ganga saman um at loysa málið, soleiðis, at metti kostnaðurin - á 100 milliónir krónur fyri alla ætlanina - bleiv býttur soleiðis, at Føroya Løgting borgar 55 og Runavíkar kommuna 45 milliónir krónur av øllum Fjøruvegnum. Kommunan skuldi standa fyri verkætlanini, meðan landsmyndugleikin stuðlaði henni. Avtalan varð konfirmerað á Føroya Løgtingi hin 16. desember 2020, har 31 av 31 møttum tingmonnum tóku undir við henni. 
 
Síðan hava verkfrøðingurin Andras Ortind/LBF, saman við býarverkfrøðinginum Maritu Súsonnu Hentze, virkað við at neyvætla hendan innara partin av Fjøruvegnum, og hin 19. mai 2022 var hendan ætlanin boðin út í innboðnari lisitatión millum 5 verktakarar. 3 tilboð komu inn. Felagið Articon hevði lægsta boð á slakar 30 milliónir krónur. Í verkætlanini eru áleið 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreytum, jørðarbeiði – leiðingsarbeiði, ravmagnsarbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv um vegin. NET og SEV vera partar av ætlanini. Kostnaðurin verður býttur samsvarandi avtaluni, siglað á Føroya Løgtingi, harvið er kommununar partur av hesum teininum góðar 13 milliónir krónur. Fíggjarnevndin hjá kommununi tók hin 27. juni undir við, at avtala varð gjørd við Articon, og á býráðsfundinum hin 30. juni tók býráðið einmælt undir við at skriva undir sáttmála við Articon um at fremja verkætlanina um innara partin av Fjøruvegnum. Nú er løtan umsíðir komin hartil, at skuffan kann seta á Fjøruvegin. 
 
Fari verður nú undir at neyvætla sunnara partin av Fjøruvegnum, sum verður boðin út, tá fyrireikingarnar eru komnar á mál. 
 
Vit, sum kenna vøksturin í ferðsluni, dag frá degi, fegnast um, at byrjanin til at klúgva ferðsluna ígjøgnum býin byrjar í dag. Hetta verður ein stórur bati fyri trivnaðin hjá borgarunum og fyri handilslívið, nú tann tunga gjøgnumkoyrandi ferðslan um eitt ár ella so kann bypassa bygt øki og fólk til gongu. 
 
Við hesum fari eg at takka øllum, sum hava havt ein leiklut í hesum drúgva máli. Hóast valstríð hongur yvir okkum, ynski eg at takka Jørgen Niclasen fyri at hann skilti málið og at vit fingu semjuna í lag, tað skuldi verið løgið annað, táið vit hava ferðast um somu svæði á bonaðu fjalunum í høvuðsstaðnum í 13 ár og verið í samgongu í seks av hesum. Jóni Sigurdsson fari eg eisini at takka fyri, at hann helt seg til at fremja hesa neyðugu verkætlan í verki. 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna