
Mentanarsamskipari til Runavíkar kommunu
Lýst verður við hesum eftir eldhugaðum mentanarsamskipara til Runavíkar kommunu.
Arbeiðsøkið er fjølbroytt. Tú kemur at hava høvuðsábyrgdina av Løkshøll, og verður samstundis partur av mentanartoyminum hjá kommununi, sum fyriskipar og samskipar mentanartiltøk í ymsu bygdunum í kommununi.
Tú brennur fyri mentan í breiðastu merking, og megnar skjótt at gera hugskot til veruleika.
Tú ert vælskipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Tú minnist til smálutirnar, men megnar eisini at hugsa langsiktað og leggja ætlanir fram í tíð.
Tú tekur fulla ábyrgd av tiltøkum, og er liðspælari, sum trívist við samskifti við nógv ymisk fólk. Tú trívist í einum umhvørvi, har eingin dagur er líka, og nógv ferð er á.
Innihald í starvinum
Tú kemur at skipa og mynda virksemið í Løkshøll, so Løkshøll hevur eina fjølbroytta og rúgvusmikla skrá alt árið.
Arbeiðsupgávurnar fevna um alt frá hugskotmenning og fyriskipan av tiltøkum til stýring av kalendara, avgreiðslu av fyrispurningum frá fyriskiparum og samskipan av tiltøkum.
Ætlanin er eisini, at tú tekur stig til og fyriskipar mentanartiltøk í øðrum kørmum í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu.
Tú verður staðsettur saman við Visit Runavík, og verður partur av toyminum, sum fyriskipar mentanarviku, mentanartiltøk og merkisdagar. Toymið fevnir um starvsfólk frá Visit Runavík, Bókasavninum við Løkin og Gulu smiðju.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Løn verður eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála. Tú ert høvuðsfyriskipari av tiltøkum í Løkshøll, og er tí avgerandi, at tú ert fleksibul í mun til arbeiðstíðir.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og lívsrensli skulu latast inn umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, runavik.fo, vel “Leys størv”, ella søk beinleiðis á hesi slóðini. í seinast lagi 19. september 2022. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara á tel. 221226 ella umvegis teldupost til solvi@runavik.fo.
Seinastu tíðindi



