Skørutýning

12. juni 2023

Runavíkar kommuna arbeiðir aftur í ár við at niðurberja skøruna. Skøran spjaðir seg allastaðni, og tí vil kommunan heita á borgararnar um at týna hana á egnum øki

Skøran (Achemilla mollis) blómar millum juni og september.

Hetta kann gerast fyri at forða skøruna at spjaða seg:

Eldri plantur sum blóma og seta fræ, verða skornar niður. Avskurður skal í gráa posan frá IRF saman við vanligum húsarhaldsruski, so at hon ferð til brenningar.
Somuleiðis ber eisini til at grava hana upp og burturbeina plantuna við rót
Skøran má ikki koyrast til kompostering, tí tá spreiðir hon seg aftur við fræ.
Aftaná, kann gift koyrast á bæði tær smærru nýggju og stóru eldru planturnar, tá tær byrja at vaksa við nýggjum bløðum.

Best er, um tað verður sátt við gras, um tað frammanundan er eitt grasøki hon stendur í, hetta fyri at hemma nýggjum fræplantum at spíra, her vil hon fáa kapping av grasinum
Runavíkar kommuna kann fáa boð um hvar garðaskøran stendur og koyra gift á, umframt at tilburðurin verður skrásettur.
Les meir um týning av innræsnum plantum

Meira um skøruna
Heimahoyrandi í suður Evropa. Hon blívur 30 til 45 cm høg, og er nógv brúkt sum prýðisplanta í staudubedum í urtagørðum, sæst oftast væl í náttúruni, tí hon er ljósari grøn enn flestu plantur. Skøran spjaður seg við fræi. Hon køvur annan lægri vøkstur og kann við tíðini leggja stór øki undir seg. Sæst oftast har fólk hava koyrt urtagarðsburturkast út. Fer plantan út í hagan, kan hon ótarna spjaða seg, tí at seyður og stórkríatur eta hana ikki.

Sí meira á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni

Seinastu tíðindi

29. november 2024
Jólatrø verða tendrað
28. november 2024
Runavíkar býráð staðfestir niðurstøðuna hjá valnevndini
26. november 2024
Skatta­listin fyri 2023
25. november 2024
Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna