Víðka bryggjuna í Funningsfirði

24. juni 2022

Nógv virksemi er á Funningsfirði – laksaaling, taraaling, útróður, hummaraveiða og ferðamannaskip – og við havnarlagið, í bygdini við sama heiti, hevur nógv og ymiskt virksemi av álvara tikið dik á seg hesi seinru árini. Í mun til vøksturin og skipastøddirnar, ið vitja í Funningsfirði, er bryggjan nú vorðin ov stutt og ov ópraktisk at virka á. Frá at vera ein viðfáningur, sum inntøkukelda hjá Runavíkar havn, kom rættilig vend í, eftir at Atlantshav fór undir at flyta viðin til plattaverksmiðjuna beinleiðis úr útlondum inn á Funningsfjørð. Kommunalu bruttoinntøkurnar frá bryggjuni/havnarlagnum – leiga, vatn, bátagjøld, havnagjøld, brúgvagjøld og loðsing – liggja nú omanfyri 7 hundrað túsund krónur um árið.

Sohvørt sum skipini er vorðin størri, ið koma á Funningsfjørð, var tað vorðið greitt, at okkurt mátti gerast við havnarlagið. Á býráðsfundinum, í skúlanum í Funningsfirði hin 5. mai í ár, samtykti býráðið einmælt at taka undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini um at taka av tilboði frá Spf. Rókini á Glyvrum um at leingja bryggjukantin í beinari linju við 24 metrum norðureftir. Verkætlanin snýr seg um eina spunskei við betonghamara og bryggjuplátu av asfalti. Tveir 50 tons pullartar eru eisini við í verkætlanini. Kostnaðurin er góðar tvær milliónir krónur, og stjórin, Jákup Martin Kjeld, væntar, at teir fara undir arbeiðið um góðar tvær vikur. Fendarar eru við í tilboðnum, og væntandi verður víðkanin klár til nýtslu um mánaðarskiftið august/september í ár. Verkætlanin verður fíggjað við útreiðsluneutralari eykajáttan.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna