Summarkvøld við Toftavatn
19. juni 2022
Týskvøldið 21. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Torleif Johannesen , Steintór Ramussen og Pætur við Keldu framføra.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindi
17. apríl 2026
Runavíkar havn 2025
17. apríl 2026
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu
14. apríl 2026
Tórshavnar Manskór konsert í Skála kirkju
14. apríl 2026
Vár- og summarskeið í kvøldskúlanum