Eystanstevnuskráin

08. juni 2022

Feløg og felagsskapir skipa í vikuskiftinum fyri Eystanstevnu.

Lesið alla skránna á www.eystanstevna.fo og á Facebook https://www.facebook.com/eystanstevna

Mongu forvitnisligu tiltøkini gagnnýta nattúru og frálíku fysisku karmarnar í økinum - fjørðin, gøtuna kring Toftavatn, økið við Løkin, Bylgjuna, Løkshøll, Gulu smiðju og Skótahúsið við Løkin.

Startskotið til stevnuna er siðbundna kommunuuppgerðin í fótbólti, har umstingarnar hjá Nes kommunu og Runavíkar kommunu bresta saman við Løkin í dysti um bæði steyp og rættin til reyp komandi árið.

Stevnan er í stóran mun skipað millum setanina, sum verður fríggjakvøldið kl. 17 í Gulu smiðju, og midnáttarsamkomuna, sum verður leygarkvøldið kl. 23.30 í Skótahúsinum við Løkin. Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, flytir fram røðu á setanini, og Dania og Benjamin framføra. Og Pauli Poulsen, formaður í ítróttarnevndini, flytir fram røðu á midnáttarsamkomuni. Nes Sóknar Musikkfelag luttekur í báðum tiltøkunum.

Undan midnáttarsamkomuni leygarkvøld er syngið við tiltak í skótahúsinum, og eftir samkomuna er dansur sama stað.

Av øðrum felagstiltøkum kunnu nevnast pubquiz og søla av stevnubúffum og kaffi í telti við Løkin, skattaveiða, Bylgjuland og nerf-kríggj í Bylgjuni, og tiltøk fyri tey ungu í Gulu smiðju leygardagin við brunchi fyrrapartin og tónleiki um kvøldið.

Ítrótturin fyllir nógv á summarstevnunum. Betri-deildardystur hjá kvinnum millum NSÍ og Víking er fríggjakvøldið. Barnaróður og FM-róður eru á fjørðinum leygardagin. Stóra Runutusk tiltakið er í ítróttar- og mentanarøkinum við Løkin allan sunnudagin, og kappsigling er á fjørðinum sunnudag seinnapart.

Eisini matstovur í økinum, sum t.d. Hotel Runavík og Café Cibo, skipa fyri undirhaldi, og forvitnisligur urtagarðsdagur er á økinum yvirav Skúlanum við Løkin leygardagin.

Seinastu tíðindi

02. juli 2022
Yvir dalar og fjøll
29. juni 2022
Føroyaleikir í Runavíkar kommunu í vikuskiftinum
28. juni 2022
Rottangatøming á eystara armi á Skálafjørðinum
24. juni 2022
Víðka bryggjuna í Funningsfirði