Útvarpsstøðin FM1 vitjar Runavíkar kommunu í dag

18. mai 2022

Útvarpsstøðin FM1 kemur á vitjan í Runavíkar kommunu í dag. Sent verður í tveir tímar frá kl. 13:00-15:00 og hetta er triðja sendingin av fýra í hesi syftuni. Sent verður aftur hin 25. mai.

Allir býráðslimirnir koma til orðanna í sendingunum umframt umboð fyri lokalsamfelagið annars. 18. mai – í dag - vera býráðslimirnir Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen og Jonhild Reynholdsdóttir og Marjun Niclasen, leiðari fyri Visit Runavík, í studio í tímanum millum kl. 13 og 14.

Í lítla tímanum millum kl. 14 og 14:50 er Guðmundur Joensen gestur í útvarpsstovuni.

FM1 sendir "Spurin" úr Runavíkar kommunu 4 mikudagar á rað millum klokkan 13 og 15, og tey sum ynskja at frætta um, hvat ið hendir í kommununi, hava aftur møguleikan á FM1 í dag kl. 13.

 

Reportari hjá FM1 í dag verður Árni Gregersen.

Seinastu tíðindi

11. juli 2025
Vegna summarferiu er kommunuskrivstovan stongd í tíðarskeið­num 18/­7 – 10/­8 2025
09. juli 2025
Skúli og nýggjur musikk­skúli á Glyvrum
08. juli 2025
Starvsheiðran í Náttúru­barna­garði­num Sóljuhjarta
08. juli 2025
Skráin til Fjarðastevnu 2025