Útvarpsstøðin FM1 vitjar Runavíkar kommunu í dag

11. May 2022

Útvarpsstøðin FM1 kemur á vitjan í Runavíkar kommunu í dag. Sent verður í tveir tímar frá kl. 13:00-15:00 og hetta er onnur sendingin av fýra í hesi syftuni. Sent verður aftur hin 18. og 25. mai.

Allir býráðslimirnir koma til orðanna í sendingunum umframt umboð fyri lokalsamfelagið annars. 11. mai – í dag - vera tað Terje B. Vestergaard, Pauli Poulsen og Sonni L. Petersen býráðslimir, ið vera gestir í sendingini.

Eisini verður vitjað í nýggja "Berøa", har Poul Jóhan Djurhuus fer at greiða frá, og at enda verður vitjað hjá Orkis, har Jórunn Kallsberg greiðir frá teirra virksemi.

FM1 sendir "Spurin" úr Runavíkar kommunu hvønn mikudag millum klokkan 13 og 15 og tey sum ynskja at frætta um, hvat ið hendir í kommununi hava møguleikan á FM1 í dag kl. 13.

Reportari hjá FM1 verður Petur Zachariassen.

Seinastu tíðindi

16. October 2026
Konsert í Funnings kirkju leygar­dagin
15. October 2026
Gøtuljós í Funningsfirði
01. October 2026
Í kvøld, 1. oktober, letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
30. September 2026
ÆVINTÝRAFERÐIN Í LØKSHØLL