Íslendsk forsetavitjan

10. mai 2022

Forseti Íslands, Guðni Thorlacius Jóhannesson, er ikki á almennari vitjan, men í arbeiðsørindum, í Føroyum í hesum døgum, og í dag vitjaði hann Runavíkar kommunu. Hann hevur stóran áhuga fyri Føroyum, og hann ynskti, at borgarstjórin greiddi honum frá kommununi sum heild og serliga um avbjóðingarnar og møguleikarnar, sum broytta undirstøðukervið millum Skálafjørðin og Havnina hevur ávirkað støðuna, og hvussu hetta kann fara at broyta samfeløgini báðumegin við Eysturoyartunnilin og Føroyar yvirhøvur.

Runavíkar kommuna setti honum stevnu á Glyvrum eftir døgverða í dag. Í túninum við Glyvralon spældi Kári Sverrisson nøkur av sínum egnu løgum, eftir tað hevði borgarstjórin fyrilestur fyri forsetanum úti undir væðingini, har borgmeistarin eisini nýtti høvið at geva forsetanum ein grindaknív, sum hann hevði keypt honum fyri fleiri árum síðani, og forsetin gav borgarstjóranum bókina ”The History of Iceland”, sum hann sjálvur hevur skrivað. Síðan hevði Birna borðreitt so stásiliga fyri gestum og vertum við útsýni yvir allan fjørðin.

Guðni er sætti forseti Íslands, og varð valdur fyrstu ferð í 2016 sum hin yngsti higartil. Hann situr nú í aðrari syftu, og hevur stóra undirtøku millum íslendska fólkið.

Forsetin er føddur í 1968, og er upprunaliga søgufrøðingur, og hevur sum slíkur virkað við fleiri fróðskaparsetur í Europu og í Íslandi m.a. við Há­skóla Íslands. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um søgulig viðurskiftir, m.a. bókina ”Stjórnarmyndanir, stjórnarslit og staða forseta Íslands í embættistíð Kristjáns Eldjárns, 1968-1980.”

Hann er giftur Eliza Jean Reid - ættað úr Canada. Tey bæði eiga fýra børn saman og Guðni eigur eina dóttir saman við fyrru konuni.

Ein serstakliga hugalig vitjan var at enda komin um 2´tíðina seinrapartin.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS