Russisk umskiping

11. mars 2022

Lítil ivi man vera um hvørja støðu flestu føroyingar hava til russisku innrásina í Ukraina, sum er brot á fólkarættin, samtykt mannarættindi og helst krígsbrotsverk, tá ið tað einaferð verður tikið saman um - eftir at ringastu ræðuleikarnar hava lagt seg. Fyri smáum tveimum vikum síðan tók orðaskifti seg upp í almenna rúminum, um hvørja støðu Føroyar skuldu hava, og hvussu vit skuldu fyrihalda okkum til nýákomnu støðuna í Europu, og ongin ivi var um, at skulu revsiatgerðir setast í verk, t.d. havnastongsil ímóti russiskum skipum, so er tað eitt landspolitiskt mál. Kommunur og havnaskrivstovur reka ikki uttanríkis- og handilspolitikk. Í sjónvarpinum hin 1. mars í ár greiddi borgarstjórin í Runavíkar kommunu frá, at kommunan til eina og hvørja tíð fór at fylgja ásetingunum, sum landsins leiðsla fór at legga á, t.d. at steingja havnirnar fyri ávísum skipum, um tað var ein ætlan hjá landsmyndugleikanum. Somu ætlanir hava verið í Europa-samveldinum, men enn eru tiltøkini heldur ikki sett í verk inni á meginlandinum.

Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðnum tíansheldur frá løgmansskrivstovuni. Harvið kann staðfestast, at Føroyar í løtuni ongan politikk hava hesum máli viðvíkjandi, og at støðan, sum er galdandi russiskum skipum viðvíkjandi, er hin sama í Føroyum í dag sum hon var fyri russisku innrásina í Ukraina.

Í vikuskiftinum kemur ”Kapitan Demidenko” á Runavík fyri at umskipa veiðuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”. “Ester” sleipar “Baltiyskaya Kosa” til lands vegna maskinbrek og “Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum.

Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/Russland og Føroyar síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. januar í 1977.

 

Seinastu tíðindi

20. november 2024
Broyting í innsavning: Runavík, Saltangará, Glyvrar og Lambareiði
19. november 2024
BEINIR konsert í Løkshøll - Jónas Gaard hitar upp
16. november 2024
15 bygdir; - menning, frambrot og samansjóðing
15. november 2024
Eldraráðið fyri Roðan skipar fyri felags fundi í Løkshøll