Svimjihallarmálið

27. januar 2022

Hin 17. januar skrivaðu Kanjon-stjórin Kjartan Hansen og borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen undir partalagsavtalu um nýggja svimjihøll í Runavík. Skrivað var undir við tí treytaleysa fyrivarni, at undirtøka var fyri henni á fyrstkomandi býráðsfundi. Tók býráðið hinvegin ikki undir við avtaluni, var hon vrakað.

Avtalan var skipað í tveimum stigum – Skeið 1 og Skeið 2. Harvið skal hon hava tvær politiskar viðgerðir. Viðgerðin um fyrra partin av avtaluni var fyri sum mál á almenna býráðsfundinum í kvøld. Skeið 1 snýr seg í stuttum um, at farið verður undir eina felags tillaging og albøting av verkætlanargrundarlagnum, sum kann verða undirstøða undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála. Partarnir skulu vera komnir á mál við hesum partinum í seinasta lagi hin 15. apríl 2022. Kostnaðurin í handverkaraútreiðslum verður sambært avtaluni góðar 92 milliónir krónur og samlaði kostnaðurin 110 milliónir krónur. Partarnir vóru samdir um at fara í gongd við arbeiðið so skjótt sum politisk undirtøka og heimild var fyri at fara undir Skeið 1 í avtaluni.

Á býráðsfundinum í kvøld var drúgt orðaskifti um málið, og undir viðgerðini var broytingaruppskot lagt fram um at beina málið í nevndirnar aftur. Tað uppskotið fekk tvær atkvøður fyri og 9 ímóti. Eftir tað var atkvøtt um avtaluna, sum Kjartan og Tórbjørn høvdu skrivað undir hin 17. januar, og sum frammanundan hevði verið til viðgerðar í Ítróttarnevndini og í Fíggjarnevndini. 9 atkvøður tóku undir við avtaluni, ein var blonk, meðan ein býráðslimur atkvøddi ímóti avtaluni. Kostnaðurin fyri Skeið 1 er 200 túsund krónur, sum verða fíggjaðar við eini útreiðsluneutralari eykajáttan.

Harvið verður skjøtil alt fyri eitt settur á at virka fyri, at semja fæst millum partarnar um ein sáttmála um høvuðsarbeiðstøku áðrenn 15. apríl í ár, sum tekur hædd fyri verkætlanini og kostnaðinum - nevndur í undirritaðu avtaluni - millum partarnar. Í besta føri kann tí roknast við, at svimjihallarmálið av nýggjum gerst eitt mál í býráðnum fyri summarfrítíðina í ár, og tá fer tað umsíðir at snúgva seg um, um ein svimjihøll skal byggjast í Runavíkar kommunu ella ikki.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna