Fráboðan um hevd av almennum vegøki á Glyvrum

11. januar 2022

Vísandi til ásetingarnar um hevd í § 27, stk. 1, litra c, nr. 2 í matrikullógini (ll 64/1962), hevur Runavíkar kommmuna biðið Umhvørvisstovuna um at broyta skrásetingina av almennum vegnum, sum liggur á matr.nr. 246d, 246f, 257f, 262d, 264b og einum luti av matr.nr. 233a í Glyvra markatalsbygd. Ætlanin er at nevndu eigindómar og lutir, skulu leggjast saman við kommunala vegnum litra k.
 
Um tinglýstur eigari av omanfyrinevndu eigindómum hevur gjørt gjørt nakað krav e.t. galdandi ímóti Runavíkar kommunu tey seinastu 20 árini, verður viðkomandi biðin um at lata Umhvørvisstovuni avrit av hesum. Skjølini skulu verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 14. februar 2022.
 
Umhvørvisstovan
Matrikul

Seinastu tíðindi

09. juli 2026
Laksatorgið verður leygar­dagin
08. juli 2026
Setanarrøðan á Skálastevnuni
07. juli 2026
Rannsóknarstovan stongd
04. juli 2026
Undanvitjan til Oyggja­leikir­nar 2027