Herman í drúgvari tænastu

02. januar 2022

Tað er hvørsmans vitan, hvønn týdning vatn hevur fyri alt livandi, - í einari kommunu er eitt vælskipað og vælvirkandi vatnverk harvið ein alneyðug undirstøða. Soleiðis hevur ikki altíð verið, eldru ættarliðini minnast enn tíðina, táið hvørt hús - ella samtak av húsum - høvdu privatar brunnar til veiting av vatni. Nýggja tíðin, við stórum fólkavøkstri og sóttreinsing, kravdi fyri áleið hálvari øld síðan, at vatnmálið gjørdist ein kommunal uppgáva. Sohvørt sum leiðingarnar úr kommunalu brunnunum undir Lyngbrekku og seinri í Saltangará fluttu seg út eftir síðu, tømdust privatu brunnarnir, hóast farvegurin enn sæst eftir fleiri teirra. Burturúr hesum vaks kravið um eitt fakliga væl funderað vatnverk.

Fyrsti vatnmeistarin í Runavíkar kommunu var Petur (Pedda) á Vollanum. Táið hann fór frá fyri aldur, tók Niels Jacobsen, sáli, - Niels hjá Poulu – yvir. Miðskeiðis í 80´árunum varð Herman á Líknargøtu settur sum vatnmeistari. Hann lærdi til elektrikara hjá Jóhannusi Jakobsen, í EL-húsinum, seinri lærdi hann til maskinist og sigldi í nøkur ár, áðrenn hann varð settur í týdningarmikla starvið at skipa fyri vatnveitingini í kommununi.

Herman fór frá fyri aldur fyrr í ár, táið hann fór um 70´ára hvarvið, og sigast kann, at hann, saman við manning vatnverksins, hevur staðið á odda fyri menningini frá privatu bassengunum til ta framkomnu vatnveiting, sum vit kenna í dag. Tað var eisini ein stór avbjóðing, at fleiri kommunur løgdu saman fyrst í hesari øldini, men tá nýggja vatnverkið í Oyndarfirði er liðugt, verður farið í holt við at fáa nýtt vatnverk upp at standa í Funningsfirði, og tá er bara Elduvík eftir av 15 bygdum, sum ikki hevur sóttreinsað vatn samsvarandi almennu heilsuligu krøvunum.

Ein leingi ætlað løta var fyri Hermani í Býráðssalinum beint fyri jól. Fjølskylda hansara, manning vatnverksins, borgarstjórin og kommunuskrivarin møttu, og, umframt at borgarstjórin flutti fram røðu fyri hinum nú pensióneraða vatnmeistaranum, varð honum handaður ein málningur. Borgarstjórin takkaði honum eisini fyri, at hann síðan føðingardagin hevur hjálpt og ráðgivið stýri og leiðslu Roðans við at fáa svimjihylin á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík at virka aftur, eftir at hann hevur staðið turrur í 12 ár. Tað arbeiðið verður væntandi liðugt í februar, og tøkk eigur Lions felagsskapurin fyri trivaligu gávuna, ið lynti væl undir at farið varð undir hesa verkætlanina av nýggjum.

Tíðliga í 2021 var Jacob Henrik Egholm Eskildsen, maskinverkfrøðingur, settur sum nýggjur leiðari á Vatnverkinum hjá Runavíkar kommunu.

Seinastu tíðindi

16. mai 2024
Úr Oyndarfirði til Bangladesj
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
13. mai 2024
Ruddingardagur í Elduvík 18. mai
13. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingar­deg­num leygar­dagin 11. mai