Spillivatn

13. oktober 2021

Seinrapartin í dag skrivaðu borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen og Rúni Petersen, JHR, undir avtalu um at umvæla/umleggja havleiðingina í spillivatnskervinum í Æðuvík. Leiðingin fór illa í øgiliga uppganginum í februar í fjør, sum fór illa við spælhúsinum, nógvum av lunnunum, pørtum av dráttinum, syndraði niðasta partin av spillivatnsskipanini, sum nú verður umløgd og eisini fyltist fiskahúsið á myndini hálvgum við sjógvi í brimganginum ta ferðina.

Fyri á leið átta árum síðan fór Runavíkar kommuna av álvara undir at fáa skil á støðuni spillivatninum viðvíkjandi. Hon var alt annað enn góð. Ein ætlan varð løgd, og í stóran mun hevur Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, tikið sær av málinum síðan.

15 bygdir eru í Runavíkar kommunu. Komið verður ongantíð á mál spillivatninum viðvíkjandi, tørvur verður framhaldandi á umvælingum, sum nú í Æðuvík, men higartil hevur kommunan fingið tak á spillivatninum í Funningsfirði, Oyndarfirði, á Skála, í Søldarfirði, Rituvík og á Glyvrum.

Í Saltangará er komið væl ávegis, og eftir er at fáa leiðingarnar lagdar í Fjøruvegin, sum í hesum døgum verður neyvætlaður til útboð. Støðan er hin sama í Runavík. Í Æðuvík snýr tað seg um eina umvæling/umlegging eftir brimskaðar. Í Lamba er havleiðingin eftir at leggja, og nakað av boriarbeiði skal gerast í sambandi við hetta. Í Elduvík var komið á mál, men sum á øðrum brimplássum, eru avbjóðingarnar størri enn við firðirnar, tí er eisini tørvur á einari minni umlegging har í bygdini.

Gongd er í málinum í Funningi og í Skálafirði er nakað eftir at gera. Viðvíkjandi Skipanesi og Lambareiði er sett út í kortið, at farast skal undir at neyvætla spillivatnskervini í hesum bygdunum í næstum. Sambært ætlanini er málið rokkið í 2026 – undantiknar tær umvælingar, sum altíð fara at vera partar av hesum máli. Runavíkar kommuna setir árliga løgujáttan av til endamálið, hagartil spillivatnsætlanin er komin endaliga á mál.

Avtalan, undirskrivað í dag, kostar kommununi eina góða hálva millión krónur.

ES: Sigrid J. Dalsgaard tók myndirnar.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna