Kurteisisvitjan í Kristianiagøtu í Keypmannahavn

05. oktober 2021

Fyri einum lítlum mánaða síðan – hin 7. september - fekk borgarstjórin í Runavíkar kommunu bræv frá russiska ambassadørinum í Keypmannahavn. Vladimir Barbin, sendimaður, staðfesti í skrivinum nógva samstarvið millum Føroyar og Russland og ikki minst samstarvið millum Skálafjørðin og russiska fiskiskipaflotan, og hann ynskti, at borgarstjórin kom á vitjan ein av døgunum, og tað hendi í morgun kl. 10. Ein orsøk til invitatiónina kann vera, at Ilya Shestakov, russiskur varalandbúnaðarmálaráðharri og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu, vitjaði Runavíkar kommunu á sumri 2017. Ministeriella vitjanin endaði tá við einum kommunalum døgverða í Skótahúsinum í Runavík.

Tey, sum eru komin nakað til aldur, minnast sovjetiska sildaflotan undir Føroyum í 50- & 60´árunum, og tá fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, var bilateral fiskivinnuavtala gjørd millum Føroyar og Sovjetríkið, hon hevur javnan verið endurnýggjað, og er nú ein avtala millum Føroyar og Russland. Øll hesi árini hevur samstarvið givið føroyskum skipum møguleika at fiska botnfisk í russiskum sjógvi, meðan russar fyri tað mesta hava veitt svartkjaft og nakað av sild og makreli í føroyskum havøki.

Ein avleiðing av fiskivinnusamstarvinum var t.d., at russar valdu at umvæla nøkur av skipunum á skipasmiðjuna á Skála. Seinri kom ásetingin um, at fiskurin skuldi umskipast við bryggju, fyri at tryggja eftirlitið, og síðan tá hava russisk fiskiskip verið dagligir gestir í føroyskum havnum.

Nú var hetta ein kurteisisvitjan, sum ikki hevði annað endamál enn at báðir partar kunnaðu hvønn annan um støðuna og ætlanir frameftir. Barbin ynskti at hoyra um hvørjar ætlanir Runavíkar kommuna hevði á havnaøkinum, og borgarstjórin royndi sum frægast at greiða frá útbyggingunum, gjørdar og ætlaðar, sum m.a. eru komnar í eyga av grótinum, sum fekst og fæst úr undirsjóvartunlunum. Nýggja avtalan um oljuterminalin - bunkringarstøðina - hjá Effo í Søldarfirði varð eisini nevnd, og skipasmiðjustjórin Mouritz Mohr, sum luttók á fundinum, greiddi frá teimum útbyggingarætlanum, sum MEST hevur sett út í kortið við Skálafjørðin.

Russar tykjast vera nøgdir við samstarvið landanna millum, og vóna, at tað fer at halda fram í sama góða samstarvsanda. Árni Dam, sáli og russiskur konsul í Føroyum, var uppi og vendi í samrøðuni, - mikil virðing stendur um hansara verk í tænastuni sum umboðsmaður teirra í Føroyum í mong ár. Samráðingar um fiskiveiði hjá hvørjum øðrum eru ætlaðar í Føroyum seinri í heyst - og tá hittast partarnir væntandi aftur.

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu