Rudda Føroyar 11.-18. sep 2021

09. september 2021

Í døgunum 11.-18. september skipar umhvørvisfelagsskapurin Rudda Føroyar fyri landsumfevnandi rudding og heitt verður á fólk í Runavíkar kommunu um at rudda, viga og skráseta burturkast inni á www.ruddaforoyar.fo. Hesin leisturin er tann sami, sum í 2020. Tá blivu 15 tons av burturkasti skrásett.

Í Funningsfirði og á Skipanesi verður skipað fyri rudding leygardagin tann 18. september. Í Funningsfirði eru tað bygdarfólk, ið hava tikið stig til at verða við aftur í ár, meðan á Skipanesi er tað Rudda Føroyar í samstarvi við Runavíkar kommunu, ið skipa fyri.

Rudda Føroyar fær sjálvbodnað hjálp frá Svøríki til at rudda í Føroyum í ár. Ein bólkur fer í fjøruna á Skipanesi og ein fer at rudda fram við sjóvarmálanum í Funningsfirði.

Seinastu tíðindi

30. oktober 2026
Tilnevn ársins eldsálir!
02. november 2026
Mamma, nær kemur pápi heim?
30. oktober 2026
Parkering í samband við móttøku fyri NSÍ í Borg leygar­dagin
30. oktober 2026
Stongt fyri gjøgnumkoyr­andi ferðslu