Koppseting í Runavík

20. august 2021

Týsdagin í næstu viku – hin 24. august – ber til at verða koppsettur ímóti COVID-19 í Skótahúsinum í Runavík. Byrjað verður kl. 16 – og hildið verður fram til kl. 18. Talan er um eina støkk-inn koppseting, sum merkir, at ikki er neyðugt at tekna til frammanundan. Tað ræður bert um at møta á staðnum, og snýr tað seg um at fáa annað prikið, so skal gula koppsetingarkortið takast við á staðið.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús og Runavíkar kommuna hava samskift um átakið, og endamálið er fyrst og fremst at gera tað meiri ómakaleyst hjá fólki í økinum at koma framat møguleikanum at verða koppsettur, og somuleiðis er endamálið sjálvandi eisini at medvirka til at røkka so nær samfeldari samfelagsligari floksverju sum gjørligt.
 
Havast skal í huga, at 21 dagar skulu ganga ímillum 1. og 2. prikið. Ungdómar millum 12 og 15 ár kunnu nú koppsetast, somuleiðis barnakonur og kvinnur ið geva bróst. Í førinum við teimum 12-14 ára gomlu skal kortini ein fylgjari (foreldramyndugleiki) geva samtykki til, at barnið kann verða koppsett og vera hjástaddur undir koppsetingini.
 
Tá barnið fær 2. prikið er ikki neyðugt, at tú sum foreldramyndugleiki fert við til koppsetingina, um so er, at tú, tá barnið varð koppsett fyrru ferð, gav samtykki til bæði prikini.
 
Vit møtast í Skótahúsinum týsdagin kl. 16!
 
Runavíkar kommuna
Sjúkrahúsverkið

Seinastu tíðindi

25. september 2026
Artur Johansen
25. september 2026
1. oktober kl. 18:00 letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
23. september 2026
BYLGJAN - Konsert & Prát
21. september 2026
Broyting í upplatingartíð­ini á ruskplássunum