Summartónar á bókasavninum mánakvøldið kl. 20
11. juli 2021
Mánakvøldið 12. juli kl. 20 er aftur summartónakonsert á Bókasavninum við Løkin.
Teir báðir Jože Kotar (klarinett) og Luca Ferrini (piano) spæla skránna Music From Islands við løgum eftir Arnold LUDVIG, Joseph VELLA, Cecilia FRANKE, Simon READE,C.S.L.PARKER, Mirjam TALLY, Kristian BLAK, Dominique Le GENDRE.
Jože Kotar gjørdist høvuðsklarinettleikari hjá RTV Slovenia Symphony í 2007, og undan tí hevði hann sama leiklut hjá Slovenska Filharmoniska orkestrinum í 12 ár.
Luka Ferrini, sum spælir piano, harpsichord og orgul, er frá Triest í Italiu, og hevur spælt meiri enn 1.000 konsertir sum solistur, kamartónleikari og við orkestrum í Evropa, Asiu og Miðameriku.
Atgongumerki á 50,- verður keypt við dyrnar.
Seinastu tíðindi
16. oktober 2026
Konsert í Funnings kirkju leygardagin
15. oktober 2026
Gøtuljós í Funningsfirði
01. oktober 2026
Í kvøld, 1. oktober, letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
30. september 2026
ÆVINTÝRAFERÐIN Í LØKSHØLL