Í frið helt hann ítrótt og spæl

09. juli 2021

Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt, tá Føroyaleikir og Eystanstevnan vóru sett, seinrapartin í dag.

„Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl.“ Alt var so nógv øðrvísi, táið Mikkjal á Ryggi fyri 115 árum síðan yrkti kvøðuna til Noregs: “Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg.”
 
Ítrótturin hevur altíð verið ein partur av virkna samfelagnum, tað sæst m.a. í hinum gamla Hellas, har listamenn í varðveittum standmyndum hava avmyndað áræsnar kroppar í leiki. Soleiðis gjørdist ítróttin ein samanvovin partur av mentanini og samfelgslívinum.
 
Haðani rann hugskotið til olympisku leikirnar í okkara tíð, sum aftur hava verið árennandi hugskotið til oyggjaleikirnar millum smátjóðir í Europu. Sum aftur hava kveikt Føroyaleikirnar, nú heimurin er álopin av farsótt, sum ring er at temja. Alt byrjaði og helt fram sum ítrótt og spæl, sum kappingar millum fólk, sum annars stríddust treystliga fyri dagsins mettu á øðrum mótum.
 
Hjá Prædikaranum lesa vit: “Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini.” Í ítróttarhøpi skal hendan gamla kreddan kanska lesast við ávísari tillaging. Ítróttin støkk av um tvøran, tá partur av henni endaði sum undirhaldsídnaður, har alt størri rúgvur av materiellum fæi gera av, hvør ið stendur á sigurskrakkinum við dystarlok. Fótbóltsfepur herjar Europa í løtuni, leikarar fyri milliardir av krónum tuska runt á ymsum leikvøllum, men í hesum førinum stendur kortini eitt týdningarmikið høpi omanfyri peningaligu girndina – tjóðskaparligi samleikin hjá hvørjum einstøkum. Í leiki stríðast tjóðir ímóti tjóðum. Tá eru onnur og hægri virðir galdandi.
 
Vit mega sættast við báðar partar – amatørleikin og yrkisleikin. Um eina leið trívast teir ikki. Helst ikki. Tá Muhammad Ali var primus inter pares í yrkisnevaleiki, vann cubanski tungvektarin Teófilo Stevenson gullheiðursmerkini á trimum olympiskum leikum – í München, Montreal og Moskvu. Don King, maðurin við tí elektriska hárprýðinum, umboðsmaður hjá Ali, tók einaferð til: “Stevenson would have been phenomenal as a pro, he could have been in the same class as Muhammad Ali or Joe Frazier. But we'll never know." Tvær ymiskar politiskar skipanir, og ymiskar tilgongdir til ítróttin, forðaðu tí kappingini.
 
Líkamikið hvussu peningaligar flóðaldur bróta inn yvir ávísar ítróttargreinar, má haldast rimmarfast um fólksliga partin av hesum mentanarhøpi.
 
Vit verða borin inn í hendan heimin við teimum førleikum okkum eru ætlaðir. Hesir eru grundarlagið hjá okkum øllum, men verða teir ikki brúktir, kann alt gera tað sama, tí hava vit øll skyldu til at fremja verk samsvarandi tí, sum okkum varð givið í vøggugávu. Ongin okkara er líkur einum øðrum, tíbetur, kortini eru vit øll skapt í Guðs bílæti, og júst fjølbrigdið, frá einstaklingi til einstakling, ger eitt samfelag áhugavert at liva og virka í. Gávurnar eru ymiskar, sum givnar vóru okkum úr móðurlívi – onkur er hendingur á einum øki og dølgur á øðrum økjum – tað sveiggjar sum pendulið, hendan- og handanvegin, men leggja vit allar tær góðu talentirnar saman, hjá øllum, man tað samanumtikið fara at spyrjast væl burturúr.
 
Týdningarmikið er at øll, í øllum aldursbólkum, taka lut í ítróttarliga gerandisdegnum. Tað ræður um at velja hóskandi støði til evni og aldur. Fá røkka heilfluktaranum hjá Cristiano Ronaldo, tá hann sum ein annar flogdreki saksaði bóltin í málið hjá Juventus í fjórðingsfinaluni í Champions League kappingini í 2018. Sum onkur tók til: Biomotoriskt var kroppur hansara tvørsøgin, hann krýpur, lyftur seg upp, úr natúrliga ásinum. Ekstasan destabiliserar javnvágina í kroppinum. Hann veit kortini, hvat ið hann ger. Har var stasis í ekstasis. Javnvág í ójavnvágini. Hann fekk málið.
 
Tey, sum í Roða-regi, frá 67 og fram undir 100 árum, gera fimleik tvær ferðir um vikuna í Bylgjuni, her í grannalagnum, hava ikki longur ambitiónina um at gera madeira-manninum kynstrið eftir, her snýr tað seg um rørslu og sosialan felagsskap, sum kann gera eldra partin av lívinum meiri hugaligan. At fáa hoppibandið runt í  ringrás nakrar ferðir, at raka venjingarbóltarnar rætt og at gera aldrandi kroppar meiri kimiligar enn annars. Ímillum heilfluktaran hjá Ronaldo og 90 ára gomlu konuna í Bylgjuni finnast óteljandi og neyðug brigdir á ítróttarmótinum, ið gera sálir sunnari í sunnum likamum.
 
Fyri Runavíkar kommunu skal eg gera vart við, at vit fegnaðust almikið um at gerast partur av Føroyaleikum. Skilagott var tað eisini, at krøkja partar av traditionellu eystanstevnuni upp í átakið. Hesaferð eru tað serliga fimleikurin og taekwondo, sum standa á breddanum, tvær ítróttargreinir í økinum við sera stórari undirtøku. Og hvør veit, eina aðru ferð verður tað kanska svimjingin, sum stendur á breddanum, um nýggja svimjihøllin tá stendur búgvin at taka ímóti kappsvimjarum úr øllum landinum, ella úr øllum Europa, tá oyggjaleikirnir einaferð aftur vitja land okkara.
 
Tykkum, ið hava lagt nógva orku í at fáa alt hetta í lag, fari eg vegna borgarar okkara at takka so hjartaliga. ÍSF sum skipaði Føroyaleikirnar eigur allan heiður uppibornan fyri hugskot og virkni.
 
Nú ræður um leik og kapping. Prógvast skal um skaldið úr Miðvági var á rættari leið í hesum sekvensi í kvøðuni til brøðratjóðina, vit eru runnir av: “Teirra lív har í líðunum føgrum, teirra ferðir um fjøll og um sjó, gevur megi og merg, og í æðrum rennur hugprúða høvdinga blóð.”
 
Við hesum eru Føroyaleikir og eystanstevnan farin úr barkastokki.
 
Haldi tykkum at gaman hesar dagarnar.

Seinastu tíðindi

21. september 2021
Rudda Føroyar 2021
21. september 2021
Ongin gjøgnumkoyring á Gerðisvegi (í Posthúsbrekkuni) 23. september
18. september 2021
Sovið verður ikki á beinunum
16. september 2021
"Á Norð­urhædd" verður til “Norð­urhædd"