Bylgjan á Eystanstevnu og Føroyaleikum

08. juli 2021

Bylgjan er, sum vera man, karmur um hópin av tiltøkum á Eystanstevnu og Føroyaleikum.

TAEKWONDO:
Leygardagurin byrjar við Taekwondo við poomsae og kyorugi (seria og dysti).
Tað er einasta Taekwondo felagið í Føroyum, Hwarang Føroyar, sum hevur sín heimstað í Søldarfirði, ið stendur fyri innanhýsis kappingini.  Felagið í Søldarfirði fevnir bæði um nýbyrjarar og heimselitu. Tí verður tað ein breiður skarði, ið kappast leygardagin.  Kappingin er frá kl. 9-17.00 Øll eru hjartaliga vælkomin.

FIMLEIKUR OG SPÆL:
Í sunnara parti av Bylgjuni verður ein kapping í amboðsfimleiki, sum Støkk fyriskipar, men Fimleikasambandið er vertur fyri. Til kappingina fara stig 4-7 og piltar og dreingir at kappast.

Aftaná kappingina í Amboðsfimleiki hevur Fimleikasambandið tikið stig til at bjóða øllum, ið hava hug at royna seg sum fimleikara, til tiltakið Fimleikur fyri øll. Venjarar fara at standa við ymisku amboðini og vegleiða innan amboðsgreinina. M.a. ber til at royna stóra trampolin, lopgrøvina og amboð annars. Støkk fyriskipar, luttøkan er ókeypis og tilmelding óneyðug. Øll luttakandi fáa diplom fyri ymiskar avbjóðingar.

Í fjør luttóku yvir 100 børn og ung í vælumtøktu skattaveiðuni hjá Støkk. Tey luttakandi fingu klú við tilsiping um postarnar, og dúgliga bleiv leitað í nærumhvørvinum. Skattaveiðan verður aftur í ár, fríggjadagin á Eystanstevnu, luttøkan er ókeypis og stórir vinnigar verða lætnir til vinnarar. Talan er um tvær skattaveiður. Fyrra kappingin er millum 2-11 ár (og foreldur) og seinna kappingin fyri 12 ár og eldri. Melda til á stokk.fo

NERF-kríggj, sum eftir hondini eisini er blivin ein fastur táttur av eystanstevnuni, verður eisini aftur í ár. Hvør luttkari tekur egna útgerð við - luttøka kostar kr. 50,- og er í tveimum ymiskar aldursbólkar 8 ár og yngri og 9 ár og eldri.

SÚKKLING:
Uttanfyri Bygjuna ber til at síggja vegasúkklingina byrja. Teir luttakandi fara at súkkla 105 km, og er starturin beint uttanfyri Bylgjuna kl. 12.00 leygardagin.

TÓNLEIKUR OG KAFFI
Trubadururin Kári P. kemur at luttaka við sangi og spæli. Flestu føroyingar kenna samfelagsprikandi vælferðarvísurnar hjá Kára P., sum eftir hondini eru vornar fólkaogn.
Kaffisøla er á staðnum og framførslan hjá Kára P. verður í estetska salinum kl. 15.00 leygardagin.

Sí alla skránna á eystanstevna.fo.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS