Skipanes

22. juni 2021

Runavíkar kommuna eigur atløgubryggjuna á Skipanesi, men átti ikki sjálvt Nesið og harvið atkomuna til sjóvarmálan. Kommunan hevur longu í 1993 samskift við eigaran um møguleikan fyri at keypa ognina matr. no. 3, Søldarfjarðar bygd. Tá bleiv hetta av ongum. Samráðingar í 2002 og í 2018 endaðu eisini úrslitaleysar. Í vár hava partarnir aftur samráðst um sølu/keyp av ognini, og hesaferð varð semja um, at kommunan kundi keypa Skipanes fyri 780 túsund krónur. Málið varð lagt fyri býráðið á almennum fundi á Skála hin 28. apríl - og nú um dagarnar var keypið endaliga formaliserað.

Hildið verður, at Skipanes er søguligur staður, og at Tróndur í Gøtu hevur havt skip og bátar liggjandi har í økinum og á Akkersvík á Skála. Gøta er, sum flestum kunnugt, brimpláss. Gøtu Fornminnafelag eigur matr. no. 5, Søldarfjarðar bygd, har hildið verður, at Tróndarneyst hevur staðið. Festini Fløturnar, Gøtuseyður og Bøseyður eiga annars fjøruna. Skipanes er ein sjáldsom formatión í føroysku natúruni og eigur í mestan mun at liggja sum ein óspilt sjón í økinum.

Seinastu tíðindi

15. januar 2026
Vetrarjazz í Gulu Smiðju
13. januar 2026
Innskriving í forskúlan skúlaárið 2026/­27
09. januar 2026
Ein bygd í bygdini – kunngerð av vinnara av verkætlanarkappingini
09. januar 2026
Viljin er alt - grundin er sterk