Barnagarðar og frítíðarskúlar í kommununi steingja frá mánadegnum 14. juni orsakað av arbeiðsteðgi hjá Føroya Pedagogfelag

12. juni 2021

Pedagogfelagið hevur lýst arbeiðsteðg fyri limir felagsins á Dagstovnaøkinum, ið fevnir um leiðarar, varaleiðarar, námsfrøðingar og hjálparfólk.

Hesir stovnar steingja og taka ikki ímóti børnum frá mánadegnum og so leingi, arbeiðssteðgurin stendur við:

Barnagarðurin á Mýrunum, Runavík
Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta, Søldarfjørdur
- Vøggustovurnar Hólmurin og Víkin - Søldarfjørður, Frítíðarskúlin við Stórá - Rituvík, Frítíðarhúsið Elsa Súsanna - Glyvrar, Barnahúsið Sellin - Skála og Frítíðarstovan Varðin - Skála

Dagrøktin í Runavík og í Oyndarfirði taka ímóti børnum, hóast virksemi verður nakað ávirkað, tá leiðsla, økispedagogur og sjúkravloysari fara í arbeiðssteðg.

Runavíkar kommuna harmast um, at arbeiðsteðgurin leggur dagstovnaøkið lamið, og vónar, at ein loysn verður funnin millum samráðingarpartarnar áðrenn ov langt er umliðið.

Seinastu tíðindi

23. september 2026
BYLGJAN - Konsert & Prát
21. september 2026
Broyting í upplatingartíð­ini á ruskplássunum
21. september 2026
Kunning frá Landsverk
18. september 2026
Marius Ziska v/­bólki í Løkhøll