Kloakk temadagur í Løkshøll 19. mai

15. mai 2021

Vælkomin til tema-dag hjá Runavíkar kommunu, har vit hyggja at nýggjastu tøkni og arbeiðshættum innan skráseting og renovering av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillivatn. 

Serfrøðingar koma at leggja fram og vísa hands-on, hvussu vit best kunnu renovera leiðingar, uttan at tað er neyðugt at grava niður á leiðingina.

Við nýggjari tøkni ber til at skráseta og gera støðumetingar av leiðingum og harvið verða til reiðar at endurgera leiðingar, áðrenn støðan gerst kritisk.

Tekniskur leiðari fyri Runavíkar kommunu fer at greiða frá, hvussu arbeitt verður á hesum økinum. Fyritøkan Fílurin fer at vísa, hvussu leiðingar vera fóðraðar, og fyritøkan Aarsleff fer at vísa, hvussu ein stór regnvatnleiðing undir høvuðsvegnum verður fóðrað.

DTVK kemur at greiða frá TV-inspektionsmodulinum, og Munin fer at greiða frá, hvussu talgild skráseting kann virka fyri, at allir aktørar hava eina felags og dagførda mynd av støðuni.

Málbólkur:    Temadagurin er fyri kommunur, vinnu og ráðgevar og annars teimum, ið hava áhuga og arbeiða við kloakkviðurskiftum.
 
Tilmelding:    Tilmelding her,  umvegis www.atgongumerki.fo ella við at senda teldupost til runavik@runavik.fo í seinasta lagi mánadagin tann 17.05.2021.
 
Stað:     Løkshøll, Runavík
 
Prísur:  Luttøkugjald fyri ein dag kr. 1.800,-
 
             Skeiðstilboð – keyp av Fotomanual kr. 800,-  (Vanligur prísur kr. 1500,-)
             Fotomanualin er hondbókin fyri DTVK TV-inspektión.
 
Grundað á koronareglur, er ikki avgjørt um dagur 2 verður gjøgnumførdur, men um tað eydnast ,verður boðað frá til teirra, sum hava meldað til luttøku 19. mai.

 
DAGUR 2 VERÐUR IKKI GJØGNUMFØRDUR, MEN ÚTSETTUR TIL HEYST.


Skrá 19. mai 2021
08.30-09.00   Morgunmatur

09.00-09.15   Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
                       Marita S. Hentze, tekniskur leiðari,  sigur nøkur orð um temadagin.

09.15-10.00   Kloakkin í Runavík bleiv talgild v/ Sigrid Dalsgaard & Maritu S. Hentze
                       Hvussu byrjaði tað?
                       Spillivatnsætlan fyri Runavík
                       Skráseting av digitalum TV-data í GIS
 
10.00-10.30   Munin v/ John Zachariassen
                       Hvørjar tænastur bjóðar Munin?
                       Hvussu stuðlar Munin arbeiðinum við skráseting í GIS-skipanini?
 
10.30-11.00   Kaffisteðgur

11.00-11.30   Den Danske TV-inspektionsmodel  v/ Claus Vangsager - DTVK
                      DTVK – kontrolordning
                      Forankring i DI Dansk Byggeri
                      DANVA samarbejde
           
11.30-12.00   De 6 manualer i DANVA v/Peter Hjortdal – Aarhus Vand (møguliga via Teams)
                       Fotomanualen
                       Brøndmanualen
                       SBTV
                       Navnevejledningen
                       Funktionsindeks
                       Acceptkriterier
 
12.00-13.15  Døgurðasteðgur

13.15-13.30  Koyring til Worksite (vit skipa okkum í bólkar)

13.30-15.45  Vælkomin til Worksite

Worksite 1)    Fílurin v/ Leif Egholm
                       DTVK TV-inspektion                                            
 
Worksite 2)    Fílurin v/ Gudjón Egholm
                       Punktreperatión av leiðingum
 
Worksite 3)    Per Aarsleff v/ Flemming Andersen: Opgravningsfri renovering af kloak
                       Fóðring av leiðing – Vegundirføring
 
15.45-16.00   Vit taka samanum

16.30-            Nátturði og netverkan, Skótahúsið við Løkiin

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS