Ein er tíðin at dansa

14. mai 2021

Røða flutt fram av Karini Brattaberg í Funnings skúla hin 29. apríl í ár – tá árliga mentanarvikan varð hildin í Runavíkar kommunu.

Góðan dag, - góðu fólk!
 
Fríggjadagin hin 17. í hesum mánaðinum ringir Visit Runavík og fortelur um dagin, sum vera skal í Funningi um fáar dagar. Eg eri stødd í Geilini á Kirkju. Góð boð eru at frætta, og eg játtaði at hugleiða um tað, sum eg veit, minnist og seinni havi slotað og hoyrt um, hví hesin ungi maðurin, Poul Eide, ella, sum vit søgdu, Pól í Skúlanum, so altráur fór í holt við at tekna og byggja Dansistovuna. - Og eg fari afturum 50´ini og eini fimtan ár fram í tíð.
 
Alt hevur sína tíð. Ein er tíðin at dansa. Tað er so satt, sum tað er sagt. Hendan Mentanarperlan hevði eisini sína tíð, meðan tíðin var. Ein tíð, har tað sosiala medvitið sjóðaði fólkið saman í Poul´sa perlu. Í hesi Perlu vistu øll, at høgt var til loft og vítt til veggja, tí søgurnar, sum kvøðast skuldu um, vóru ofta langar søgur, sum vit børn ikki skiltu nógv av, og tó, við hvørt vóru stórir risar og vakrar prinsessur uppi í. Tað gjørdi onki, um vit ikki skiltu so nógv, tí, tað besta var, at tey vaksnu dansaðu og øll vóru glað.
 
Men, sum oftast er tað ein, ið sær fyri, at stundin er komin at fyrireika eitthvørt, hesaferð eitt stað til gaman og álvara.  
 
Poul kemur til Funnings um 4 ára aldur - móðurleysur. Hann kemur til mostur sína, sum er lærari her. Í bygdini eru nógv børn at spæla við og bygdarlívið er gott. Hann eygleiðir og lurtar, sum flestu børn gera, men mest av øllum leggur hann sær í geyma handverkið; - at smíða, bátasmíðið hjá Mariusi í Katrinarstovu og at hann kvøður, meðan hann arbeiðir. Sangur, kvøðing og spæl eru livandi millum fólkið og heima syngur og kvøður mosturin eisini.
 
Av hesum verður Poul kveiktur, hann hevur evnir at skilja, at hetta er neyðugt fyri menniskjað – at fáa hug og sinn at kvaklast og í myrku tíðini at finna saman at dansa og frøðast.
 
Poul fer til Danmarkar á studentaskúla. Men kríggið brestur á, og hann sær ikki Føroyar aftur fyrrenn alt er avhasað í 1945. Tá hevur hann nomið sær fleiri ár í arkitekturi, men er ikki liðugur við lesnaðin. Skúlin byrjar aftur, men í síðstu løtu hálsar hann um og fer ikki avstað. 
 
Langligt og tungt var at vera í Danmark, og føroyingar komu saman at spyrja um tíðindir, at práta, syngja og dansa. Teimum longdust heim, heim at byggja land, heim til Føroyar at gera lít, hvør í sínum lag. Poul hevur eyðsæð sett sær fyri, at hann skal byggja eina lítla dansistovu, so at tað fer at bera til at savnast saman um: At dansa, spæla sjónleik og at hava eydnuhjól ella basarar. Sjónleikur var fyrr í Íshúsinum og dansur í ymsum húsum.
 
Tá ið Poul kemur heim, eru fyrireikingar byrjaðar at byggja nýggjan skúla og ríva tann gamla niður. Tað hevur ivaleyst skundað undir, at dansistovuprosjektið fær lív. Hann fær valt sær gott fólk at hjálpa sær - og at sanka saman pening at keypa tilfar fyri - og eitt stað at seta av fyri dansistovuni. Hann er bara 22 ár, og hinir eru yngri. Onki ravmagn er í bygdini og akfar er onki, sum kann lætta um og føra tilfarið úr fjøruni og niðan.
 
Tann ungi, hann er djarvur til at teinkja,
lætt er tað hann til avreksverk at leinkja.
Hann hugsar altíð fróður at gera hug til verk,
og um hann skjótt var móður, var trúgvin líka sterk.
 
Sum vit hava hoyrt greitt frá í Útvarpinum, varð dansað fyrstu ferð nýggjárskvøld 1951. Tá var skúlin eisini liðugur, og eg var 6 ár og fór í skúla her í bygdini.
 
Hetta nýggjárskvøldið má hava verið ómetaliga spennandi, serliga hjá Poul, tí, tað kom fólk úr øllum ættum at dansa.
 
Hetta var, sum sagt, tað besta okkum børnum dámdu, at vaksin fólk fóru at dansa og kvøða:
 
Skjótt frættist millum børnini, at “dansistovan er opin”, so fingu vit eitt oyra og runnu niðan. Sum oftast var Svenning, ella onkur annar, har og lovaði okkum inn. Vit dansaðu vísur, sum tey eldru kvóðu, men ongantíð Burtur á heiði, tí tað sungu vit. So kom tíðin, at Poul og tey vaksnu komu, og skjót vóru vit at sleppa okkum so frægt uppfrá, at vit sóu dansin.
 
Eg dugi illa at greiða frá og seta orð á, hvussu tað var at eygleiða Poul, tá ið hann, einar tvær ferðir, við myndugleika, steig stevið og síðani kvæð niðurlagið, áðrenn hini tóku undir við honum. Tað var so vakurt og gott. Hann skipaði so væl og virðiliga, og hann overvaði ikki røddina. Tað hoyrdist ongantíð tramp í gólvið, men “stígum fast”, ein javnur og góður dansur.
 
Tá ið Vaagen siglir heim úr Íslandi, kemur rættiligt illveður á:
 
Vaagen hon rennur á havinum fram,
hon  kastar á ymsar kjálkar.
Bylgjan sprænir í gaffil og rá,
hon brestir í plankar og bjálkar.
 
Tað kendist, sum at dansistovan sjálv var Vaagen, tey, sum dansaðu, stríddust, sum ein maður. Gólvið livdi og arbeiddi saman við dansinum.
 
Eini 12-15 ørindi stóð nógv á umborð.
 
Súgurin holar at botni niður og skútan í blámanum gongur.
 
Langt um longi sleppur hon leys, rennur um tangan fram, og burtur var allur vandi.
 
Signaður veri tann Føroyaklettur, so væl har lívdi av landi.
 
Soleiðis var við øllum teimum mongu vísunum og kvæðunum. Tað skuldi verða eitt ella fleiri hæddarpunkt í rúminum.
 
Poul skipaði ikki einsamallur - langt í frá. Tað trutu ikki skiparar - eldri sum yngri. Nógvir dreingir fingu hug at læra seg kvæði og at skipa. So skjótt sum ein var liðugur, tók tann næsti við og dansurin slitnaði ikki. Ikki varð kvøðið umaftur fyri veturin, so nokk var at taka av.
 
Umleið 1955 kom ravmagn og seinni Utvarp. Tá vóru boð eftir okkum skúlabørnum at kvøða nakrar vísur til Útvarpið. Vit skrivaðu fleiri kvæði og vísur sum diktat í skúlatímunum. Meira skuldi ikki til, so dugdu vit tað. Nakrar ferðir at kvøða, og samansjóða okkum í skúlagongini, so varð klárt at taka upp, og Hansemann kom við mikrofonini. Tá var best egnaða hølið køkurin hjá Malenu. 
 
Tey vaksnu spældu fleiri góðar sjónleikir og nógv fólk kom at hyggja.
 
Vit børn spældu eisini ein sjónleik í dansistovuni, sum vit sjálvi skrivaðu í skúlanum. Poul fór til Havnar á læraraskúla umleið 1950, men kom altíð aftur til høgtíðir; tá plagdi hann at spæla til sálmasangin í kirkjuni – tá var høgtíð. Hann var onkuntíð vikarur í skúlanum, og sjálvandi lærdu vit at syngja fleirræddað úr Føroya Fólks Songbók.
 
Poul doyði í 1970 - 47 ára gamal. Tá hevði hann verið sjúkur av krabbameini í nøkur ár. Tó, so var hann í dansifelagnum og dansaði  næstan til tað síðsta. Fyri 4 árum síðani varð hildin ein bygdastevna her í bygdini. Tíðir skifta, tað má man siga. Fyri 60 árum síðani kom ikki eitt menniskja til bygdina uttan at øll vistu tað. Antin kom tað av Eiðisskarði og um Eiðisportur, ella frá Gjógv og um Gjáarportur. Jú, úr fjøruni komu eisini fólk til bíggja.
 
Hesaferð, fyri 4 árum síðani, má eg siga, sum pápi plagdi at siga, tá ið vit øll komu í senn, at nú var landkoma, og tá var góðalag. Hendan dagin var landkoman stór,  eini 600 fólk, segði onkur.
 
Stórir dagar, í allarfagrasta veðrið. Í skránni var ongin dansur í dansistovuni. “Er nakar deyður, ella hvat?” Nei, dansistovan var mestsum hoknað saman. Onkur tutlaði um, at um man hampaði eitt lítið sindur um gólvið, so bar til at fara uppá gólv.
 
Sum sagt, so gjørt, og tað var gott. Ikki hevur dansurin gingið betri enn hetta kvøld. Líka løtt var hon at dansa og kvøða í, og sama funningslag livdi sítt fríska lív, sum fyri 60 árum síðani. So kanska var tað tað vert, at fara niðan og prógva, at hon ikki var farin med alla.
 
Hetta var í tøkum tíma, at Tórbjørn Jacobsen og Runavíkar kommuna tóku samanum og fingu loyst ognarspurningin, áðrenn ov seint var. Tað var ein fragd at síggja tekningina av Perluni, tí fittu snotuligu dansistovuni, við nútímans yvirtrom. 
Nú, hetta kvøldið, ringdi eg til Hugin, hjá Hjørdis og Poul, og segði honum frá, at Runavíkar kommuna var í gongd við at endurreisa Dansistovuna í sama stíli sum hon var. Tá bleiv Hugin glaður, var klárur at bíleggja ferðaseðil, so hann kundi vera her í dag. Hann helt, at dansast skuldi í Dansistovuni. Tað eigur hann tilgóðar.
 
Hesi bæði húsini hjá Deu og Siggu---.
 
Hjá Siggu, ella í Atustovu, búðu Sigga og Adolf við sínum 5 døtrum. Tær vóru allar meira og minni í aldursbólkinum hjá Poul, og ein av teimum, Selma, og Duddan, elsta systir okkara, vóru vinkonur. Góðar vinkonur, sum í bestu árum settu búgv í Klaksvík, og stutt var millum húsini. At hoyra tær báðar renna aftur á blóðið, og fortelja sínamillum um lívið og barnadagarnar her, tað var ikki keðiligt. Einaferð hevði Duddan fingið ein hatt, tað kundi vera úr onkrum príslista. Skjót var Selma at renna heim til mammu sína og fortelja, at Duddan hevði fingið ein fínan hatt, og eg vil eisini hava ein, segði Selma. So skal eg eisini hava ein, segði Signa. Eisini vit, søgdu hinar. Tá ið tær høvdu troyttað Siggu í meira lagi, letur í henni: “Gud gevi  MÆR tann himmalska hatt”
 
Adolf  hevði smiðju hinumegin ánna. Har smíðaði hann úr jarni. Tað eiga teir eldru dreingirnir at minnast, tí mangt forkunnugt handverk bleiv lagt úr hondum har.
 
Hinumegin Bastá í Ólvustovu, búði Josefina hjá Knúti, ella Dea, sum vit róptu hana,  við synunum Sonna, Hans og dóttrini Rosu. Magdalena, systir Deu, búði eisini har. Tey vóru eisini nógv eldri enn eg. Dreingirnir hava verið góðir stuðlar at fáa dansistovuna til veruleika, tí nógvar hendur skuldu til at fáa tilfarið til høldar.
 
Paradísið ímillum hesi bæði húsini, omanfyri og til høgru, var Geilabrunnur og Stóri steinur. Oman fyri hann var lækjan. Undir lækjuna kom Magdalena ella Madd, sum hon bleiv rópt. Madd fylti sær ta blonku 10 litur spannina við tí klára vatni, lyfti hana og fór so seigan somu sporini aftur í Ólvustovu, setti spannina á byttubonkin, soleiðis, sum hon hevði gjørt tað alt sítt lív. Í Geilabrunni var gott at vera, og tá ið sólin stóð á Nón var heitast og gott at leggja sokkarnar at turka. Nú er alt lagt undir asfalt at seta bilar á.
 
Tað var eitt tungt og stórt tak hjá Fornminnisfeglanum at fara í holt við  Ólvustovu,   men sum sagt verður: Onki kemur av ongum.  
 
Eitt megnararbeiði er gjørt og bestu ynski fyri øll trý húsini. Tá ið nú alt er liðugt og fólk fara úr dansinum at svala á sær, er stutt at fara oman, antin í Atustovu ella í Ólvustovu, at bukka beinini eina løtu til næsta leik.
 
Hetta var tað. Enn eru eldri fólk her, sum  ljóslivandi duga at siga frá um bygdina og fólkið. Tað er ikki ov seint at liggja framvið og fáa tey á tal.
 
Takk fyri!
 
Mentanardagur í Funningi, hin 29. apríl 2021      

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna
17. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu verður sett sunnudagin 21. apríl kl 14.00
12. apríl 2024
Runavíkar havn 2023