Runavíkar havn 2020

14. mai 2021

Inntøkan hjá Runavíkar havn í 2020 var slakar 21 mió. krónur og nettovinningurin var á leið 9,4 mió. krónur. Hetta er eitt vet lakari enn í 2019, og orsøkin er hon, at inntøkurnar gjørdust nakað minni enn væntað. COVID-19 sóttin hevði ta avleiðing, at ferðamannaskipini, sum frammanundan høvdu fráboðað komu, settust aftur en bloc, og annar partur av orsøkini er, at Runavíkar havn av umhvørvisávum hevur sett upp eina skrá yvir skip, sum ikki fáa akkers- ella bryggjupláss aftur, fyrrenn hesi hava bøtt um ávís viðurskifti larmi og royki viðvíkjandi. Tað hevur eydnast í onkrum hendinga føri, - men enn hava útgerðarfeløgini væl eftir at gera fyri at røkka einum rímiligum støði. Annars verður áhaldandi arbeitt við landstreymsmálinum.

Seinastu 11 árini – 2010-2020 – hevur umsetningurin tilsamans verið 162,11 mió. kr., útreiðslurnar 95,493 mió. kr. og samlaði nettovinningurin í hesum 11-ára skeiðnum hevur verið: 66,617 mió. kr.

Stabbamyndirnar niðanfyri sýna á fyrru myndini, hvussu gongdin hevur verið, síðan Runavíkar havn varð víðkað eftir kommunusamanleggingarnar í 0´unum - og á hinari myndini sæst hvaðan nettovinningurin er komin í 2020. Tað er umskiftiligt frá ári til ár, hvussu gongdin er millum ymsu havnaløgini, men myndin er greið í 2020, har Runavík, Glyvrar og Søldarfjørður standa fyri tí mesta av vinninginum, meðan Funningsfjørður hesi seinru árini hevur kvinkað uppeftir frá at kalla ongum.

2020 var eitt broytingarár hjá Runavíkar havn. Fyrsta árið, í á leið 20 ár, at veruligur linjutrafikkur aftur hevur verið til og frá Runavíkar havn. Samskip og Runavíkar kommuna/havn gjørdu tíðliga í 2020 sáttmála, sum hevði við sær, at Samskip seinri á árinum flutti flutningsvirksemi inn á Skálafjørðin. OCD/Smyril Line fyrieika nú bygging av terminali á nýggju útfyllingini í Heiðunum, og sáttmáli er undirskrivaður við J & K Petersen um at byggja út Bakkabrúnna, nú Bakkafrost víðkar um flotan og byggir væl størri skip til rávøruflutningin inn á virkið á Glyvrum.

Flestum kunnugt gjørdi Runavíkar kommuna/havn sáttmála við Tunnilsfelagið um at taka ímóti 300 túsund rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum -  til nýtt uppland á havnarlagnum undir bygdunum Saltangará og Glyvrum. Millum fjórðing og triðing av nøgdini er longu flutt inn í økið, og væntast flutningurin at verða komin til enda um ársskiftið næsta. Samstundis sum nýggi Fjøruvegurin, dygst við havnarlagið, nú verður neyvteknaður, verður nýggja upplandið, eftir at alt grótið er komið, skipað í tekning við rampu og bryggjum. Arbeitt verður eisini við øðrum ætlanum, aðrar staðir í kommununi, men hesar eru kortini enn so feskar í fyrireiking, at nakað av tíð fer at ganga, áðrenn vit hoyra meiri um hesar ætlanir.

7 ferðamannaskip skuldu ætlandi vitja Runavíkar havn í 2021 – men mangt bendir á, at hetta árið verður líka soltið sum 2020 hesum viðvíkjandi. Longu nú hava onnur 7 ferðamannaskip boðað frá komu í 2022, vónandi er sóttin tá fjarað somikið, at ferðamannastreymurin verður meiri vanligur aftur í Føroyum.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna