Leygardagin 1. mai – kommunalur morgunmatur

28. apríl 2021

Leygarmorgunin hin 1. mai kl. 9 bjóðar Runavíkar kommuna øllum borgarum og áhugaðum til almennan morgunmat í Bylgjuni í Runavík. Høvið er, at bók í trimum bindum nú er skrivað um kommununa, og eisini tað, at nýtt býráð tók við umboðandi valdinum á nýggjárinum. Rithøvundurin Helgi Jacobsen fer at greiða frá ritverkinum, “Av Tinghellu á Førjaklettin”, sum hann hevur lagt úr hondum, og høvi verður at hitta sitandi býráðslimir og fyrrverandi borgarstjórar í øllum teimum 5 kommununum, sum í dag eru savnaðar undir heitinum Runavíkar kommuna.

Skráin í Bylgjuni leygardagin 1.mai:

09:00       Dyrnar lata upp og kommunan bjóðar morgunmat.
09:30       Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, bjóðar vælkomin.
09:40       Kór Glyvra Kirkju syngur.
10:00       Kári Egholm Jacobsen, fyrrverandi formaður í mentanarnevndini, sigur frá tilgongdini til bókaútgávuna.
10:08       Jassarnir spæla.
10:25       Helgi Jacobsen, rithøvundur, greiðir frá søguni og útgávuni.   
10:55       Enekk framføra.
11:15       Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handar fyrrverandi borgarstjórum í Runavíkar kommunu ritverkið.  
11:40       Vinnarar av stuttsøgukappingini verða kunngjørdir.
12:00       Liðugt.


Allir borgarar í kommununi og áhugað annars eru hjartaliga vælkomin til almenna tiltakið leygardagin!

 

Seinastu tíðindi

13. mars 2026
Lív, endur­nýggjan, trúfesti og vón
11. mars 2026
Freist at lata tiltøk inn til Mentan­arvikuna
06. mars 2026
Børge í 25 ár
06. mars 2026
Grækarismessuhald í Runavík