Bátur ella burður?

25. apríl 2021

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flutti fram, táið mentanarvikan varð sett í Runavík seinrapartin í dag.

Lívið er ikki lagt í eina ætlaða rás at valla eftir. Kompleksiteturin er stórur og fram eftir árunum rennur ein seg í óteljandi tvístøður, alt eftir virkni, har vigast skal og tungar avgerðir takast, hendan- ella handanvegin, fyri ella ímóti, og ongin kundi frammanundan vita, hvør luturin var hin rættari – so øvutir teir kundu tykjast og vóru. Okkara søga er í stóran mun narrativið um stríð og strev fyri dagsins mettu. Líkasum ein slóð aftur til hitt mikla drama í Eden á sinni, tá Guð interveneraði og gav eirindaleysu boðini: “Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!” Kortini hingu aðrir streingir uppi við materiellu rásini – tíbetur - og menniskjað livir ikki av breyði eina. Vit og samfelagið fáa illa staðið uppi, um mettan í gerandisdegnum og eitt víðfarandi og frælst ands- og sálarlív ikki hanga saman - onkursvegna.
 
Søgan um tey, sum settust niður í óbygdum – í niðursetubygdum – er ein serstakliga áhugaverdur partur av søgu okkara. Alternativið til útrásina úr Norðurlondum, vestur um hav, um sama mundið. Ein dagin, nakað fyri jól í 1880 – fyri 140 árum síðan og sjey ár eftir at fyrstu fólkini settu seg niður í Rituvík – hevði Per verið burturi í haga í royndini at finna aftur tvær ær, ið vóru rýmdar úr fylginum. Heimafturkomin hevði Nicolina fingið ilt. Verkirnir vóru komnir, - á leið tveir um tíman. Nú ráddi um at fáa at fáa jarðarmóðir til bygdina. Hon búði á Strondum. Per gjørdi skjótt av, fekk sær ein drýlbita og ein válgara í skjáttuna og so til gongu. Sum hann gekk ígjøgnum bygdina, varnaðist hann, at run knappliga var komið í sjógvin. Dagin fyri hevði hann verið á floti og hevði væntað liggjandi góðveður í einar tveir dagar. Barometrið hevði staðið høgt. Bátur hansara, “Havgásin”, stóð á niðasta lunni, og hvat var nú til ráða at taka? Sum hann sjálvur tók til: Báturin ella konan? Bátur ella burður?
 
Hetta er ein av lívsins truplu tvístøðum, sum øll, onkuntíð, liva vit nóg leingi, koma okkum í einaferð fyrr ella seinri. Misti hann bátin stóð hungurin fyri durum – hann var álitið til kost og verðsligt fæ. Bjargaði hann bátinum kundi barnferðin gerast ein trupulleiki. Hann tók tað, sum vit í dag helst rópa fyri eina eksistentiella avgerð. Fekk Mortans-Óla og Magnus at hjálpa sær at draga bátin niðan frá. Síðan hildu teir um fjallið heim í Heiðar, har teir læntu seksmannafarið frá álitismanninum Peri í Heiðunum. Jarðarmóðirin var heima stødd á Strondum og hálvan triðja tíma eftir at teir høvdu fingið bátin niðan frá, var jarðarmóðurin í túninum í Rituvík. Verkirnir vóru títtari nú – men onki var hent – og tann hálvi tímin, tað tók at bjarga bátinum, gjørdist ikki møguligi meinbogin. Sama kvøldið átti Nicolina eina vælskapta dóttir.
 
Lívið! Dýra undur, eg var lutur av,
eitt ævinleikaboð av magn´ og anda,
sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav
við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda, -
tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,
eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,
í skapninginum øllum tekkja teg
og tær í verki sátt og sømdir bera.
 
Tað er júst hesum vit eru partar av. Lívinum. Hesum dýra undri, sum Karsten Hoydal lýsir so óvanliga væl í kantatuni. - Og, hóast kampurin fyri at yvirliva á sjógvi og landi hevur verið strævin og mangan beiskur, so megnaðu vit kortini at byggja upp ein samleika, ein tjóðskap, eitt mál og eina mentan. Hetta ber boð um magn og anda og treysti og seiggj, sum á tíðarflóðini ikki lat seg skola út av lunnunum.
 
Lívið hjá tí einstaka hongur, sum hjá niðursetumanninum, í so mongum træðrum. Mettan er neyðug og andslív í ymsum brigdum er tað ikki í minni mun. Samantvinningin av hesum, har rót og bløðka standa harmoniskar í mun til hvørja aðra, er lívið.
 
Mentan er ikki eitt avbyrgt tíðarmálsligt fyribrigdi – hon er ein slóð eftir søguligum rásum, sum livir og mennist í gerandisdegnum. Arvur í menning. Ein áhaldandi process. Okkara mentan er okkara samleiki, og endamálið við eini kommunalari mentanarviku er at stúgva saman í sýnisglugga eitt tilboð til okkum sjálvi - og vælkomnu gestir okkara. Eitt komprimerað bergmál úr egnum gerandisdegi og ein skoðan fram í tíð. Ætlað til kveiking, hugna og samveru.
 
Ætlaða mentanarvikan í fjør fekk ein altjóða lúsing, fótaði sær ikki, tá ein lítil vera tók alla savning í samfelagnum av fótum, men í ár royna vit aftur. Komu rímiliga væl undan – hóast støðan úti í heimi onki er batnað. Okkara alra ogn, móðurmálið, er sett á breddan, ella undir lupp, hesar dagarnar. Ongin ivast í týdninginum, sum mál okkara hevur fyri samleikan. Allar livandi verur samskifta. Fuglar láta, seyður jarmar og kýr belja, bara menniskjað hevur fingið framíhjárættin at samskifta við máli. Til ber at samskifta um landamørk á ymsum málum, men tað er bara eitt mál sum er okkara, heimanfylgjan úr móðurlívi – móðurmálið. Kollektiva ognin, sum skal røkjast og mennast, um vit yvirhøvur skulu yvirliva sum fólk.
 
Tí hevur magnfulla Bókasavnið við Løkin skrivað út stuttsøgukapping við stórari undirtøku, og tí verður hildin ráðstevna um móðurmálið í Løkshøll í mentanarvikuni. Í hesum samskiftistíðum, har loftsnældur stútt og støðugt varpa  tíðindi og undirhald omanyvir okkum, á mongum ymsum málum, er ávirkanin uttaneftir so stór, at vit mega skifta orð um støðuna og um hvussu vit brynja okkum í stríðnum fyri, at hesin avgerandi parturin av okkum ikki kemur undir hóttafall. Støðan er á ongan hátt katastrofal – men eru vit ikki árvakin, brynjað, kunnu vit skjótt vera um ein háls hesum viðvíkjandi. Mong mál fjara spakuliga burtur, serliga málini hjá fáum fólkum. Tað sum ikki er holdliga sjónligt er truplari at fáast við enn annað, somikið meiri umráðandi er, at vit brúka tíð og orku til at lúka og seta nýggjan vøkstur niður í hesum urtagarðinum, frá lugarspráti til vísind.
 
So segði hann, tað ræður um at planta til vøkstur. Tað er idéin og hugsjónin handan mentanarvikuna.
 
Táið Martin Luther varð spurdur, hvat ið hann hevði gjørt, um heimsins endi varð fráboðaður at koma í morgin, svaraði hann prompte: Eg hevði planta eitt træ. Hví? Varð spurt. Eg trúgvi ikki á framtíðina, men Ríkið, sum ikki er av hesum heimi, tí ger tað mær lítlan mun, um framtíðin verður tað longri ella styttri.
 
Kortini mega vit fyrihalda okkum til framtíðina sum um, at lívið heldur fram. Vónin vinnur á vónloysinum. Tað ræður um ikki at missa orkuna at planta træið, líkamikið hvussu víkir og vendir. Bara soleiðis sigrar menniskjað, vitið og skilið.
 
Pallurin verður annars settur kring um í bygdum okkara hesa vikuna, vit nú seta á hesa løtuna, táið vit eisini heiðra Merki okkara, sum er fráboðanin um, at vit eru ein serstøk tjóð millum aðrar.
 
Per í Rituvík setti sær spurningin: Bátur ella burður? Misti hann bátin stóð hungurin fyri durum, og var jarðamóðurin ikki fingin á Víkina í tøkum tíma, kundi burðurin gerast ein trupulleiki. Hann rakk báðum málum um eina og somu tíð - og alt gekk væl. Í dag búgva omanfyri 300 fólk í bygdini, sum verður 150 ára gomul jólaaftan í 2023. Ein fráboðan um, at alt onkursvegna eigur at ganga hond í hond. Vinna, mentan og andslív.
 
ES 1: Nú høvið er til tað, er rættast at boða frá, at skjal er skrivað um søguna hjá kommunu okkara. Vestmenningurin Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur, hevur skrivað søguna í trimum bindum á meiri enn 1.200 blaðsíðum. Hann hevur fingið góða hjálp frá mongum heimildarfólkum – og tað var helst í tøkum tíma, so væl til aldur fleiri teirra eru komin. Leygardagin hin 1. mai skipar Runavíkar kommuna fyri hátíðarhaldi í Bylgjuni. Haldið byrjar kl. 9 og heldur fram til miðdags. Allir borgarar okkara vera við hesum boðnir til morgunmat, røður, sang og eina frágreiðing frá høvundinum um bókina, ið hevur fingið heitið “Av Tinghellu á Førjaklettin.” Av Tinghellu dygst við Æðuvík og fram á klettin nakað norðan fyri markið millum Funning og Gjógv. Kommunala landafrøðiliga álin, sum vit eru partar av. Hetta verður eisini eitt gott høvi hjá borgarunum at hitta nývaldu býráðslimirnar, sum tóku við umboðandi valdinum um ársskiftið. Bókin verður borin í hvørt hús í kommununi.
 
ES 2: Um eina eina løtu fær seyrvingurin Jørgen Niclasen orðið at heiðra Merkinum. Umframt at vera varaløgmaður, fíggjarmálaráðharri og floksformaður er hann slektaður úr tveimum streingjum higani. Tí var áheitanin kanska ógegnig, tá eg heitti á hann. Hann er ommusonur Fridu hjá Joab, omma mín og Frida vóru bestu vinkonur, og vit báðir eru slektaðir úr Niðristovu á Glyvrum. Á Bakka – sum tey flestu nú rópa tað. Olduromma hansara, sum giftist til og búði í Miðvági, og langabbi mín á Langanesi, vóru systkin. Og skal man skemta ein dag sum hendan, so skrivar sálaði skyldmaður okkara, Jørgen-Frantz Jacobsen, einaferð um skyldmenn sínar á Glyvrum: “Abba var bondesøn fra Glibre. Hans mor var fra Lamhauge, og således har vor familie relation til den Heinesønske slægts hovedlinje. Gården på Glibre var ikke stor, men slægten derinde har gennem generationer udmærket seg ved overordentlig åndslivlighed, kløgt og relativ oplysning. Det er først hos de nulevende slægtled at dette har sat sig i form af en vis lad, men overlegen satire. De gamle var uhyre arbejdsomme.”
 
Í einari samrøðu í donskum blað tók William Heinesen soleiðis til um skyldmannin: “Mine digte interesserede han sig ikke meget for. I det hele taget var han ikke en glubende læser af litteratur sådan som jeg og Christian Matras var det. Jørgen-Frantz påstod, at han var åndeligt selvforsynende.”
 
Mátti mentanarvikan, sum nú er sett, verið okkum øllum munadygg og happadrúgv. Nú fær skyldmaðurin úr Seyrvági orðið. Jørgen Niclasen – pallurin er tín(!)

Seinastu tíðindi

04. juli 2025
Tveir nýggir kommunulæk­nar settir í Heilsumiðstøð­ini í Runavík
04. juli 2025
Rottangatøming á Skála
02. juli 2025
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!
02. juli 2025
Ruskplássið í Oyndarfirði