Kongshavnar Talvfelag

08. apríl 2021

Ársaðalfundur var hildin í Runavíkar Talvfelag fríggjakvøldið hin 26. mars kl. 19:00. Fundurin var hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum. Mainhard Danielsen var valdur fundarstjóri. Onki nýtt uppskot var til nevndarlimir, og nevndin ið hevur sitið, var áhugað í at halda fram. Nevndin er nú skipað soleiðis:

                                 Gunnleif Rasmussen, formaður.

                                 Jens á Líknargøtu, næstformaður.

                                 Mainhard Danielsen, ritari/peningarøkil.

                                 Brandur Højgaard, varalimur.

                                 Bessi Bjarnason, varalimur.

Grannskoðarin Helgi L. Petersen var afturvaldur.

Formaðurin greiddi frá farna ári og greiddi frá ætlanum felagsins í næsta talvári. Peningarøkilin legði roknskapin fyri 2020 fram, og var hann góðkendur.

Eitt uppskot var frá einum limi sent felagnum til aðalfundin, og tað snúði seg um at broyta navnið á felagnum. Uppskotið var, at felagið frameftir skal eita Kongshavnar Talvfelag (KHT). Ein trivaligur meiriluti av fundarfólkinum tók undir við uppskotinum, harvið eitur felagið nú Kongshavnar Talvfelag - við heimstaði á Glyvravegi 12 á Glyvrum.

Serliga síðan talvfelagið er farið at húsast í gamla skúlanum, er áhugin fyri ítróttini vaksin munandi, og felagið hevur góðar vónir um framtíðina.

Seinastu tíðindi

17. apríl 2026
Runavíkar havn 2025
17. apríl 2026
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini og Býarplani­num fyri Runavíkar Kommunu
14. apríl 2026
Tórshav­nar Manskór konsert í Skála kirkju
14. apríl 2026
Vár- og summarskeið í kvøldskúlanum