Tónleikur í Løkshøll á mentanarvikuni

31. mars 2021

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar flaggdagin og heldur á eina viku við eini ørgrynnu av tiltøkum.

Tónleikurin fyllir sum verða man nógv í skránni hjá Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, við konsertum og framførslum kring alla kommununa, tó at størru konserttiltøkini verða savnaði í Løkshøll. Vit byrja við einari dupultkonsert longu hóskvøldið 29. apríl.


JASMIN hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin. Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana úr Løkshøll.


Ársins Navn á FMA 2020, teir provokerandi Joe & The Shitboys eru klárir at flippa út og skelda og spæla 2 løg um minuttin fyri fyrstuferð nakrantíð á Skálafjørðinum. Løgini eru serliga ætlaði til sartar sálir. Joe & The Shitboys eru eitt sætt upplivilsi.


Fríggjadagin 30. apríl verður árliga Musikkstevnan - ein konsert við teimum 8 horn- og harmoniorkestrunum kring landið.

Í eini roynd at hava eitt høvuðsnavn, hava vit undanfarin ár kunna bjóða konsertir við Bubbi Morthens (2018) og TV·2 (2019), og í ár hava vit leita innan egin landamørk, og hava funnið nakað av tí besta, vit eiga til leygadagin 1. mai. Við sínum serstaka og ektaða stíli hevur Eivør staðið á palli kring allan heim og bergtikið fjøld oman á fjøld, og er í løtuni fløguaktuell við útgávuni SEGL. Nakrar konsertir vóru í Norðurlandahúsinum, har ummælari skrivaði:

“Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving".

Fyri framman er konsertferð við í løtuni omanfyri 30 framførslum, men áðrenn tað sleppa vit at upplivað Eivør á palli í Løkshøll við sterkum bólki, mannaður av Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.


Tað endar ikki her. Vit hava eisini gleðina av at hýsa okkara helst fólkakærasta troubaduri Kára P, sum saman við bólki sínum kemur at spæla sunnudagin 2. mai. Sum yrkjari, sangsskrivari, týðari og sangari hevur Kári P verið millum okkara fremstu til at lýsa samtíðina, samstundis sum útgávur hansara hava ein tíðarleysan dám. Kári P er eisini útgávuaktuellur, tí hóast nógv vatn er runnið í ánni síðan Vælferðarvísur kom út í 1978, kom LP-plátan á marknaðin t. 5. mars 2021. Á plátuni luttaka, umframt áleið 40 aðrir tónleikarar og sangarar, Finnur Hansen flygil og Edvard Nyholm Debess bass, og á Mentanarvikuni hoyra vit teir sum trio.

Fyribils er talið av atgongumerkjum avmarkað sambært almennu tilmælunum. Tí ræður um at skunda sær at ogna sær atgongumerki á loksholl.fo til ársins stóru konsertir í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Seinastu tíðindi

16. apríl 2021
Jenny Petersen sett sum leiðari á Barna­verndar­tænastuni við Skálafjørðin
14. apríl 2021
Føroya mál á manna tungu
14. apríl 2021
Vega- og gøtunøvn
14. apríl 2021
Kunngerð um broyting av Býarplani­num á Skála og í Lamba