Henrik Eskildsen høgrumegin við fremra borðið

Vaktarskifti á vatnverkinum

26. januar 2021

Nú vatnmeistarin í áratíggju, Herman á Líknargøtu, nærkast sjeyti árum, søkti Runavíkar kommuna fyri kortum eftir nýggjum vatnmeistara. Millum fleiri umsøkjarar er Jacob Henrik Egholm Eskildsen settur í starvið sum vatnmeistari, og hann byrjar í starvinum 1. februar.
 
Í 1989 var Henrik avlærdur sum húsasmiður, og í 1999 fekk hann prógv sum maskinverkfrøðingur á Verkfrøðingaskúlanum í Horsens. Umframt aðrar arbeiðsroyndir hevur hann seinastu 10 árini verið rakstrarleiðari hjá SEV í Norðurøkinum, har hann m.a. hevur havt ábyrgdina fyri kaðallegging, eftirliti við linjum, uppseting av transformatorstøðum v.m., og í hesum sambandi hevur hann havt nógv samskifti við kommunur, Landsverk og aðrar stovnar um graviloyvir, arbeiðsloyvir o.a.
 
Henrik Eskildsen er 53 ára gamal. Hann og konan eiga trý børn og búgva undir Gøtueiði. Eitt av ítrivum hansara er at telva við talvfelagnum, sum heldur til í gamla skúlanum á Glyvrum.
 
Fyrsti vatnmeistarin í Runavíkar kommunu var Pedda á Vollanum. Tá hann fór frá fyri aldur, tók Niels Jacobsen, Niels hjá Poulu, yvir, og miðskeiðis í 80´árunum í hinari øldini varð Herman á Líknargøtu settur at standa fyri vatnverkinum. Hann lærdi til elektrikara hjá Jóhannusi Jakobsen, í EL-húsinum, seinri lærdi hann til maskinist og sigldi í nøkur ár, áðrenn hann varð settur í týdningarmikla starvið sum vatnmeistari hjá kommununi.
 
Stórar broytingar eru hendar hesi árini, hann hevur verið oddviti fyri vatninum. Umframt tøkniligu menningina á økinum er kommunan vorðin væl størri, eftir at fimm kommunur í Eysturoy – Funnings, Elduvíkar, Oyndarfjarðar, Skála og Runavíkar - kastaðu saman í eina eind nakað inn í hesa øldina. Undir hansara leiðslu hevur vatnverkið, veitari til 15 bygdir í oynni, ment seg til at vera millum fremstu vatnverk í landinum. Í løtuni verða útbyggingar gjørdar í Oyndarfirði, soleiðis, at bygdin um stutta tíð fær sóttreinsað vatn.
 
Eftir tað verður sama útbygging gjørd í Funningsfirði og í Elduvík, og tá er komið á mál samsvarandi almennu heilsuligu krøvunum. Fólkavøkstur og vinnulig framtøk hava eisini verið avbjóðingar, sum hava kravt nógv av vatnverkinum og teimum, sum har hava starvast, men alla tíðina hava kommunan og vatnverkið ligið somikið væl á takinum, at man higartil hevur verið frammanfyri menningina.
 
Herman fyllir 70 ár í mai mánaða í ár og fyri at tryggja eitt lagaligt vaktarskifti, verður hann nú ráðgevi hjá nýggja vatnmeistaranum, umframt at hann fer at taka sær av øðrum uppgávum í kommunala høpinum.
 
Runavíkar kommuna ynskir Henriki til lukku við starvinum og blíðan byr framyvir. Vatnmeistaranum í áratíggju, Hermani, sum um góðar tríggjar mánaðir fer frá fyri aldur, takka vit hjartaliga fyri væla verk á hesum, helst tí mest vitala økinum fyri borgarar og kommunu yvirhøvur.

Herman á Líknargøtu høgru megin - avmyndaður saman við Eliesari Kastalag

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna