Springsteen: Deliver Me From Nowhere

Dagfesting:
04. november 2025
Byrjar klokkan:
19:30
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:30

​Springsteen: Deliver Me From Nowhere

Tónleikafilmurin "Springsteen: Deliver Me From Nowhere" snýr seg um eina avgerandi løtu í lívinum hjá tónleikaranum Bruce Springsteen, tá hann stendur á gáttini til at gerast ein alstjóða superstjørna.

Vit fylgja við Springsteen undir skapanini av Nebraska LPini frá 1982, tá hann sum ungur tónleikari roynir at sameina trýstið uttanífrá við spøkilsir úr fortíðini.

LPin varð tikin upp við einum 4-spors bandupptakara í kamarinum hjá Springsteen í New Jersey og markerar eitt avgerandi tíðspunkt í lívi hansara. Nebraska verður mett sum ein av hansara høvuðsútgávum - ein ráð og kvøl-fongd útgáva full av glataðum sálum, sum leita eftir onkrum at trúgva uppá.

Í høvuðsleiklutnum sum The Boss síggja vit The Bear stjørnuna Jeremy Allen White, og filmurin tekur støði í bóknini eftir Warren Zanes við sama heiti sum filmurin.

Filmurin varir 2 tímar.

Kostnaður 90 kr (+8 kr avgjald)

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
oktober
2025
Heystfrítíðin á bókasavninum
13
oktober
2025
Heystar-klipp & klistur
19
oktober
2025
Barnamøti
20
oktober
2025
ÚTGÁVUTILTAK: Bókin um Stanley Samuelsen løgd fram við sangi, tónleiki og frásøgu