
ÚTGÁVUTILTAK: Bókin um Stanley Samuelsen løgd fram við sangi, tónleiki og frásøgu
Um bókina: Útlongsulin fekk hann at leita heimanífrá í 1970, men hann var nóg illa komin niður til Danmarkar, so gjørdist heimlongsulin ein drívmegi, ið bara vant upp á seg. Við árunum hevur alskur og longsul til føðilandið givið okkum eina perlu fyri og aðra eftir, tá ið Stanley hevur givið klassikarum nýggjan lagbúna.
Dúgliga hevur Stanley vitjað heimaftur, og serliga tey síðstu 25-30 árini hevur hann verið nógv at hoyrt við sínum frálíku tulkingum av Janusi Djurhuus og øðrum klassikarum, umframt at fleiri góðir sangir eru komnir frá Stanleysa egnu hond.
Bókin, sum bara eitur Stanley, telur 264 blaðsíður og í henni eru yvir 120 myndir. Hon fevnir um hansara lívssøgu, tónleikalív og mangt annað, ið hevur merkt hansara lívsleið. Hann byrjaði í Silly Boys, men hevur síðani spælt saman við nógvum av størstu nøvnunum í donskum tónleiki.