Heystfrítíðin á bókasavninum

Byrjar tann:
11. oktober 2025
Endar tann:
18. oktober 2025
Byrjar klokkan:
11:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
16:00
Heystfrítíðin er altíð hugnalig á bókasavninum. Vit fara at hava fleiri søguløtur og eisini verður møguleiki fyri at gera okkurt kreativt.

Heystfrítíðin er altíð hugnalig á bókasavninum. Vit fara at hava fleiri søguløtur og eisini verður møguleiki fyri at gera okkurt kreativt. Vit hava eina rúgvu av nýggjum og góðum bókum at lesa, og kaffi er altíð á kannuni.

Mánadagin kl 16.30 fara vit at hava eina søguløtu á pólskum máli. Vit fáa Agnieszka Ryfka at lesa tvær søgur. Onnur søgan er ein, sum føroysk børn helst kenna væl - tað er myndabókin hjá Helenu Kannuberg "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba". Hon verður lisin upp á pólskum. Síðani fara vit at lesa eina pólska bók úr einari kendari røð, um ein kettu sum upplivir og lærir mangt og hvat. Tað er "Kicia Kocia" hjá Anita Gtowinska.

Týskvøldið kl. 19 verður ein etisk kvøldseta á bókasavninum við evninum demokrati. Sí meir um hetta tiltakið á lokin.fo
Umframt søguløtur fara vit eisini at gera okkurt kreativt og hugnaligt á bókasavninum. Frá mánadegnum fara vit at hava tilfar liggjandi frammi til at gera vakrar blaðkransar. Vit fara at klippa bløð út í heystligum litum og líma tey á papptallerkar - og síðani líma vit eitt silkiband á at hanga kransarnir upp við. Hetta verður hvønn dag í heystfrítíðini. Øll eru hjartaliga vælkomin
Vit hava opið allar dagar frá kl. 13-18 og leygardagar kl. 11-16

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
oktober
2025
Heystfrítíðin á bókasavninum
13
oktober
2025
Heystar-klipp & klistur
17
oktober
2025
Søguløta á bókasavninum
18
oktober
2025
Ambition