Filmur: Ein bardagi fyri og annar eftir

Dagfesting:
28. oktober 2025
Byrjar klokkan:
19:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:40

​Ein bardagi fyri og annar eftir

Filmurin 'Ein bardagi fyri og annar eftir' (One Battle After Another) er eitt meistarligt samstarv millum leikstjóran Paul Thomas Anderson og stjørnuleikaran Leonardo DiCaprio í episku søguni um ein fyrrverandi kollveltingarbólk.

Høvuðspersónurin Bob Fergusson (Leonardo DiCaprio) er farin undir jørð fyri at verja familjuna. Men tá ið ein gamal fíggindi vendir aftur eftir 16 ára dvala má Bob leita sær hjálp frá fyrrverandi kollveltingarbólkinum fyri at bjarga dóttrini.

Hetta er fyrsti filmurin, sum Leonardo DiCaprio hevur leikað við í síðani 2023 og fyrsta samstarvið millum DiCaprio og Anderson, sum eisini hevur fleiri stórfilmar á sínum lista, m.a. 'There Will Be Blood', sum fleiri ummælarar kalla eitt meistaraverk innan filmslist. Umframt DiCaprio eru fleiri onnur stór nøvn á leikaralistanum; m.a. Sean Penn, Regin Hall, Teyana Taylor, Alana Haim og Benicio Del Toro.

'Ein bardagi fyri og annar eftir' hevur fingið sera góð ummælir og fleiri vilja vera við, at talan er um ársins film.

Filmurin er 160 min. langur. Kostnaður 90 kr (+8kr avgjald)

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
oktober
2025
Heystfrítíðin á bókasavninum
13
oktober
2025
Heystar-klipp & klistur
19
oktober
2025
Barnamøti
20
oktober
2025
ÚTGÁVUTILTAK: Bókin um Stanley Samuelsen løgd fram við sangi, tónleiki og frásøgu