Hvussu verða vit meira næstakær?

Dagfesting:
27. oktober 2025
Byrjar klokkan:
19:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:00

Hvussu verða vit meira næstakær?

Ein fyrilestur um dannilsi, etikk, sóma, sjálvsfatan – og kærleika
Hvat merkir dannilsi í okkara tíð, og hvussu kunnu vit læra at duga betri at møta hvørjum øðrum við virðing, sóma og næstakærleika? Í hesum áhugaverda fyrilestri gevur Katrine Lilleør eitt boð uppá, hvussu etikkur, sjálvsfatan og kærleiki hanga saman – og hvussu tey kunnu vegleiða okkum, bæði í persónliga lívinum og í samfelagnum annars.

Við klárari rødd, hvassari greining og heitari nærveru sameinir hon stóru spurningarnar í lívinum við hjartagóðsku og gevur luttakarunum nakað at hugsa um.

Ein dussur verður at fáa í steðginum

Um Katrine Lilleør
Katrine Lilleør er sóknarprestur í Sankt Pauls kirkju í Keypmannahavn og Ph.d. við eini ritgerð um H.C. Andersens ævintýr. Hon hevur skrivað fleiri bestseljarar og er bókaaktuell komandi ár við eini plestrarbók til allar sunnudagar í kirkjuárinum – við íblástri frá føroysku siðvenjuni við lestrarbókum. Hon er kend fyri sínar greiðu og kerligu meiningar í almenna orðaskiftinum og hevur í meira enn 20 ár havt fastan teig í Berlingske Tidende.

Kostnaður er 295 kr (+10 kr avgjald)

Tað er Sjúkrarøktaretiska Ráðið, ið skipar fyri fyrilestrinum. 
tel. 281365
etikkur@sjukrarokt.fo

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
oktober
2025
Heystfrítíðin á bókasavninum
13
oktober
2025
Heystar-klipp & klistur
19
oktober
2025
Barnamøti
20
oktober
2025
ÚTGÁVUTILTAK: Bókin um Stanley Samuelsen løgd fram við sangi, tónleiki og frásøgu