STROYMDUR FYRILESTUR: Vitlíki - frá IT til samfelag

Dagfesting:
18. november 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Vitlíki er sum eitt snarljós farið frá at vera sci-fi til at vera ein samantvinnaður partur av okkara gerandisdegi. Henda henta tøknin væntast at kunna effektivisera stórar partar av okkara samfelag og lívi. Men hvar førir tað okkum og hvussu riggar tað? Fyrilestur v/ ved Kasper Green Larsen og Andreas Roepstorff

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

19
august
2025
Filmurin Heim kæra heim útsettur til 2. september vegna tekniskt brek
01
september
2025
Søguløta á Skála bókasavni
02
september
2025
Filmur: Heim kæra heim
10
september
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin