STROYMDUR FYRILESTUR: DNA og steinrenningar víðka um okkara ættartræ

Dagfesting:
28. oktober 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Tey seinastu árini er evolutionera ættartræið hjá menniskjanum víðka. Hoyr ma. um kanningar av fortíðar DNA sum avdúkar áður ókend møtir millum menniskjasløg og um fornaldargripar sum fortelja okkum um hvat tey gjørdu. Fyrilestur v/ ved Mikkel Heide Schierup og Felix Riede

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
oktober
2025
Heystfrítíðin á bókasavninum
13
oktober
2025
Heystar-klipp & klistur
19
oktober
2025
Barnamøti
20
oktober
2025
ÚTGÁVUTILTAK: Bókin um Stanley Samuelsen løgd fram við sangi, tónleiki og frásøgu