FILMUR: Søgur úr fuglahúsinum
Eitt sindur um filmin:
“Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar. Vit hitta eitt nú ein mann, sum við hjálp frá fuglum roynir at læra seg at flúgva; og eitt áarross, sum smæðist um sína stóru rumpu; og ein pingvin, sum altíð er kaldur; og Matthew, sum stúrir fyri, at pápin ikki heintar hann í barnagarði, um grøni bilurin hjá teimum gongur fyri. Eisini dreingin Gaston, sum gongur og melur við einum fugli á høvdinum; og fimm løgnar vinir, sum fáa vitjan av einum óvanliga spennandi manni; og ein fugl, sum av óvart etur eina stjørnu; og at enda verður ein vøkur endurtulking av Tummilinu eftir H.C. Andersen.
Tað er franska filmsfelagið Dandeloo, sum hevur latið filmin úr hondum.
Upprunaheiti: La Cabane aux oiseaux
Longd: 75 min
Framleiðsluár: 2018
Land: Frakland
Leikstjóri: Célia Rivière
Týðing: Dania O. Tausen
Røddir: Dania O. Tausen við familju
Aldursmark: 3+