Eykasýning: Klintrimús og dýrini í Vallbakkaskóginum

Dagfesting:
17. oktober 2024
Byrjar klokkan:
15:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
16:15

Filmurin um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum í Løkshøll

Hósdagin í heystferiuni verður nýinnspældi teknifilmurin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu sýndur í Løkshøll. 

Vælkenda søgan, sum Thorbjørn Egner hevur skrivað, er frá fyrst í fimmtiárunum men hóskar eisini sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva saman við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum. 

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir. 

Filmurin varir 1 tíma og 15 minuttir. Atgongumerki á 70 kr (+ 8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

17
oktober
2024
Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum
17
oktober
2024
Eykasýning: Klintrimús og dýrini í Vallbakkaskóginum
18
oktober
2024
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
19
oktober
2024
Konsert við BRIMHEIM