Konsert við BRIMHEIM

Dagfesting:
19. oktober 2024
Byrjar klokkan:
20:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
22:00

BRIMHEIM Í LØKSHØLL

Vit eru stolt og fegin at kunna bjóða eina konsert við Brimheim í Løkshøll leygarkvøldið 19. oktober í ár.

Brimheim er ein av mest eyðsýndu stjørnum á alternativa pop- og rock pallinum bæði her heima og altjóða. Síðani hennara debut útgávu "Can't hate myself into a different shape" (2022) hevur føroysk-danska Helena Rebensdorff veruliga staðfest sín leiklut sum máttmikil og óbrýndur diamantur, ólík nøkrum øðrum.

Hon skumpar til mørkini og er torfør at seta í bás, tá ið hon við sínari eyðkendu rødd, orðum og tónum granskar og vitjar døpru, intimu og eirindarleysu sinniskrókarnar. Tónlistarliga úttrykkið og framleiðslan skifta millum tað sárbæra, nívandi og tað ráa, stórfingna og tekstirnir bjóða eisini av og fara í dýpdina.

Brimheim hevur fingið sera góða móttøku frá ummælarum, bæði heimligum og altjóða. Seinastu tvey árini hevur hon vunnið fleiri Faroese Music Awards virðislønir fyri m.a. ársins útgávu, bólk, sang, sangara og samleika. Hon hevur eisini verið tilnevnd "Årets Talent" í 2022 og "Årets Håb" í 2021 og hevur framført á stórum altjóða festivalum so sum The Great Escape, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Roskilde, Iceland Airwaves, KEXP og skal eisini spæla til OL.

Leygarkvøldið 19. oktober kl. 20.00 stendur Brimheim saman við sínum bólki á pallinum í Løkshøll og fer heilt víst at geva áhoyrarunum eina máttmikla og serstaka konsert.

Atgongumerki á 295 kr + avgjald

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

27
juni
2024
Býráðsfundur
02
juli
2024
NG Endurance
05
juli
2024
Maud
09
juli
2024
Azamara Quest