STROYMDUR FYRILESTUR: Kaffi

Dagfesting:
03. november 2026
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Hoyr tríggjar granskarar greiða frá um kaffi - um lívfrøðina hjá kaffiplantuni, hvussu hon verður dyrkað og hagreidd til kaffið sum vit drekka, um burðardygt kaffi, og um hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka framtíðarinnar kaffi, og um heilsufrøðiligu árinini av at drekka kaffi. Fyrilestrarhaldararnir eru: plantufrøðingur Anders Barfod, náttúrutilfeingisøkonomur Aske Skovmand Bosselmann og Diabetes- og føðslugranskari Kjeld Hermansen.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin.

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll & á Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.
Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

20
oktober
2026
MÍN KÆRA
21
oktober
2026
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
24
oktober
2026
Konsert: 2 x Rokktrio
29
oktober
2026
Lesiringurin hittist við Løkin