Villa hjartað - frásøgur úr Írlandi
Frásøgan er á enskum.
Kostnaður kr 100 (+10 kr avgjald) Keypsleinkjan er HER
Órla er virðislønt frásøgufólk, tónleikari, rithøvundur og vegleiðari við heimstaði í Galway í Írlandi. Hon framførir og undirvísir javnan á ymiskum pallum kring heimin bæði inni og úti; alt frá stórum høllum til smá bókasøvn, frá stórum írskum dalum til finskar skógir og hevur framført á fleiri stórum altjóða festivalum. Hennara frásøgn verður lýst sum "máttmikil og full av nærveru og hita". Órla er listarligur leiðari í 'Moth & Butterfly Storytelling' í Galway í Írlandi.
Sum frásøgufólk arbeiðir hon við siðbundnum og nútímans tilfari og vevur tað inn í upprunaverkini. Hon meistrar væl kynstrið at improvisera, og elskar at samantvinna hesar førleikar við sítt frásøguarbeiði. Órla arbeiðir eisini javnan innan sjónleik, film og sjónvarp sum sjónleikari og rithøvundur.
Hennara virðisløntu leikir og stuttfilmar hava verið framleiddir á altjóða pallum. Hon hevur eisini skrivað tvær søgubøkur; ‘Dublin Folk Tales For Children' & ‘Wild Waves & Wishing Wells’ (The History Press).
Til ber at lesa nærri um Órlu og hennara virksemi her:
Tiltakið er partur av verkætlanini "Søgufrøi"