Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri Í Løkshøll

Dagfesting:
27. september 2026
Byrjar klokkan:
16:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
17:00



Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

 

Solistur: Antje Weithaas (DE)

Føroya Symfoniorkestur fær vitjan av einum av teimum mætastu violinleikarunum. Antje Weithaas fekk í 2025 heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá OPUS Klassik.

Sum ung vann Antje Weithaas tónleikakappingar og bleiv kend sum ein framúr dugnaligur violinleikari. Hon hevur spælt við orkestrum sum Los Angeles Philharmonic, BBC Symphony Orchestra og teimum týsku radioorkestrinum.

Tað, ið ger hana til ein av teimum bestu violinistunum í okkara tíð, er listaliga dýpdin í hennara spæli.
Við nærveru á pallinum og sansi fyri frábrigdum skapar hon fullkomnar persónligar tulkingar av stóru meistaraverkunum.

Hon hevur útgivið 30 innspælingar, ið fevna um tær týdningarmestu violinkonsertirnar. Antje Weithaas er av fremstu violinleikarum í Evropa.

 

Violinkonsert – Ludvig van Beethoven
Víðagitna violinkonsertin, ið eisini er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði lidna, varð frumframførd í 1806 av violinleikaranum Franz Clement. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844, tá 12 ára gamli Joseph Joachim spældi verkið saman við London Philharmonic Society undir leiðslu av Felix Mendelssohn.
Í dag er violinkonsertin víðagitin og verður spæld um allan heim.

 

Symfoni nr. 60 – Joseph Haydn
Tónleikurin varð upprunaliga skrivaður í 1774 til komediuna Le Distrait (Gloymski maðurin) eftir franska dramatikaran Jean-François Regnard. Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til sína symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum, er, at tað er í seks satsum, har ein symfoni vanliga hevur fýra satsir.

 

Sound and Fury – Anna Clyne
Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. Scottish Chamber Orchestra, Auditorium-Orchestre National de Lyon og Hong Kong Sinfonietta bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh.

Anna Clyne varð borin í heim í London í 1980. Hon skrivaði sítt fyrsta verk sum sjey ára gomul. Hon hevur lisið tónleik á University of Edinburgh og á Manhattan School of Music. 

 
Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK)

Solistur: Antje Weithaas (DE)
Tíð: Sunnudagin, 27. september kl. 16.00
Stað: Løkshøll
Kostnaður: Vaksin 295 kr., ung undir 18 ár og lesandi 125 kr.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

08
september
2026
Filmur: No Rest For The Wicked
09
september
2026
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
11
september
2026
Bókasavnið á ferð - í Oyndarfirði
12
september
2026
Søgugonga í Oyndarfirði