Stroymdur fyrilestur: Á veiðu við havsins risum

Dagfesting:
06. oktober 2026
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
20:00

Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Í heimshøvunum búgva heimsins størstu djór. Í djupunum hava tey higartil livað duld og loynilig. Men nýggj tøkni gevur granskarum einastandandi møguleikar fyri at granska hvalirnir ímeðan teir veiða í havsins dýpi.

Fyrilesturhaldari: Peter Teglberg Madsen, professari í sansafysiologi, Institut for Biologi, Aarhus Universitet.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll & á Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Fyrilestrarnir eru ókeypis.


Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.


Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

 

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

29
juni
2026
Vika 27 - Perluverkstova
30
juni
2026
Fótbóltsskúlin í Sørvági U7-U13
01
juli
2026
Fótbóltsskúlin á Svangaskarði U6-U13
02
juli
2026
Hebridean Sky