Holið - ein leikur fyri øll

Dagfesting:
10. mai 2026
Byrjar klokkan:
15:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
16:15

Holið - ein leikur fyri øll


Holið er ein poetiskur, listarligur, samtíðar-klovnaleikur ið viðger evni sum
samanhald og samleika. Leikurin snýr seg um Føroyar – men eisini um øll onnur smá
samfeløg.


Leikurin snýr seg um fimm fiskimenn, sum, av onkrari orsøk, eru riknir á land á einum
stað ið ikki er til. Har er eingin sjógvur og einki tekin um lív. Har er einans ein stórur og
tungur bátur ið lekur gjøgnum eitt stórt hol.


Skjótt gerst tað greitt, at holið í bátinum er tað, ið sameinir teir, tí teir sleppa ikki víðari,
fyrr enn holið er bøtt – men hvussu gera teir tað? Meðan teir samstarva um at loysa
hendan trupulleikan, byrja sannleikar at stinga seg upp – um teir sjálvar, um hvønn
annan, og um, hvat tað merkir at hoyra til og verða partur av einum bólki.


Holið er ein poetisk men skemtilig granskan av tí, at vera til. Holið eggjar áskoðarunum at
hugsa um teirra egna lív: Hvat holið í teirra lívi er? Og um tað er tað nakað, ið skal bøtast
ella heldur góðtakast, at tað er har. Har umframt minnir leikurin okkum á, at vit øll eru í sama báti. 

Um vit vilja flyta okkumfram eftir, mugu vit rógva saman.

Leikinum er kropsligur og uttan mál, og er ætlaður familjum, tó børnum 7 ár og eldri.

Atgongumerki (150 kr (+ avgjald) fyri vaksin og 100 kr (+ avgjald) fyri børn 7 ár og eldri) á loksholl.fo og við dyrnar.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

05
mai
2026
Filmur: Eg banni
06
mai
2026
Ocean Explorer
07
mai
2026
Konsert við Randers Kammerorkester
10
mai
2026
Holið - ein leikur fyri øll