Vælkomin á spæliplássið í Lamba
 
Spæliplássið tekur støði í teirri søguligu hendingini, tá ið Norska Løva rak á land í Lamba nýggjársaftan í 1707.   
 
Tann fjórða desember í 1707 loysti Norska Løva frá landi í Keypmannahavn við kós móti indiska býnum Trankebar. Manningin taldi 120 mans.
 
Komnir út á opið hav, kom ódnarveður á teir. Í nærum ein heilan mánað róku teir fyri vág og vind. Fyrst móti norsku vesturstrondini, síðani móti Skotlandi, og beint fyri jól rak Norska Løva móti Føroyum.
 
Skipið fekk fleiri stórar sjógvar, og teir mistu fleiri mans. Reiðskapur fór eisini fyri borð, seglini skrædnaðu, teir mistu róðrið og fingu tí ikki hildið kós. Nýggjarsaftan rak Norska Løva inn á Lambavík.
 
Lamba var nýggjársbygd, og tí var nógv fólk í bygdini hetta kvøldið. Fólk sóu skjótt, at Norska Løva var illa farin í illveðrinum. Tey stóðu klár at bjarga, tá ið hon rak á land nakað heiman fyri Gjónna. 
 
Síðan var farið undir at bjarga tí, ið bjargast kundi av skipinum. Av teimum 120 monnunum, ið loystu frá landi í Keypmannahavn, vórðu 100 mans bjargaðir í land í Lamba hetta kvøldið.
 
Náttina millum triðja og fjórða januar var eingin Norska Løva at síggja. Um hon var sokkin nær landi, rikin inn í urðina - ella rikin til havs - tað veit eingin at siga. Onkur helt, at eitt stórt omanlop beindi fyri henni. Sagt verður, at nógv gull og silvur var umborð.
 
Síðani Norska Løva sakk, hava fleiri royndir verið gjørdar at finna hana, ella leivdirnar av henni. Tað hevur ikki eydnast – ikki enn í øllum førum.
 
Tað eru framvegis fleiri, sum liva í vónini um, at fyrr ella seinni fer okkurt at koma undan kavi.
 
Far umborð á Norsku Løvu, set segl og kós út á Lambavík! Stýr, um tað er logn ella illveður! Far upp í mastrina fyri at síggja betur! Brúka kikaran fyri at síggja longri! Manglar tær vatn? Fá tunnuna umborð! Løð kanónirnar og skjót um neyðugt! Kanska verður tað tú, sum finnur Norsku Løvu, gullið, silvurið og allar dýrgripirnar.  
 
Góðan túr!

(Mynd: Modell av Norsku Løvu, sum hongur í Havnar kirkju)