Summarfrítíð 2021

Frá 21. juni til 16. juli er frítíðarskúlin á Skála opin frá kl.07.30 til 17.00. Børnini skulu verða komin áðrenn kl.10.00, um hetta ikki ber til, so ringja ella SMS'a tit og gera eina avtalu við starvsfólkið.

Skipanin er soleiðis, at øll hava rætt til ansingartilboð eftir at skúlin er farin í feriu. Børn ið ikki koma á stovnin eftir summarfrítíðina (2. flokkur) gjalda 1/2 gjald fyri juli.

Undanfarnu ár hava víst, at sera nógv børn eru heima dagar/vikurnar áðrenn og eftir tær vikur, ið vit hava stongt (vika 29,30,31,32). Tí skulu tit siga okkum um ella nær tit fara í feriu, ella um tit hava onkran frídag. Vit tilrætta legga skemaði eftir barnatalinum, og eg MÁ vita um eg skal seta eyka starvsfólk inn.

Eg fari innarliga, at heita á tykkum foreldur, ið hava ætlanir um at barn tykkara skal í feriu áðrenn tær vikurnar, ið vit hava stongt, um at siga frá, til eitt av stavsfólkunum (vika 26, 27 og 28). Eisini skulu tit tøma rúmi, og kanna klædnarúgvina í gongini, um barn tykkara eigur nakað har. Hendan rúgva verður koyrd til endurnýtslu.

Skúlin byrjar mikudagin 18. august um barn tykkara kemur í Varðan áðrenn skúlin byrjar aftur, vinarliga sigi okkum frá á tlf. 21 22 52, so vit kunnu skipa okkum hesar tveir dagar.

Um vit einki frætta, 16. Juli hesum viðvíkjandi vanta vit bert nýggju/komandi forskúlabørnini. Teir tveir dagarnir í viku 33, er ætla sum innkoyring til komandi forskúlabørnini.

Dátuvernd

Sí nærri um dátuvernd her: